Pengarnir kundu blivið brúkt betri

? Hetta kann blíva ein óloysiligur trupulleiki, sigur Eli Davidsen, sum harmast um, at Løgtingið hevur økt munandi um pappírsarbeiðið

Eli Davidsen, leiðari á Arbeiðseftirlitinum, er sera fegin um, at tað loksins sær út til, at vit fáa eina lóg um arbeiðsumhvørvið.

Løgtingið hevur samtykt lógina við 2. viðgerð, men tað skal hava eina viðgerð afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt.

Eli Davidsen heldur, at tað nú var uppá tíðina, at eisini vit nú fáa eina arbeiðsumhvørvislóg.

? Vit eru einasta land um okkara leiðir, sum ikki hevur eina slíka lóg og vit hava sóknast eftir henni í meiri enn 10 ár.

Leiðarin á Arbeiðseftirlitinum sigur, at arbeiðsumhvørvislógin hevur greiðari ásetingar enn tann gamla arbeiðaraverndarlógin.

Og, sum navnið sigur, tekur hendan nýggja lógin eisini arbeiðsumhvørvið, tvs, trivnaðin við og umfatar ikki bara maskinverju, sum tann gamla gjørdi.


Kann kosta dýrt.

Men hóast hann fegnast um nýggju lógina, harmast hann kortini um, at Løgtingið samstundis hevur gjørt eina samtykt, sum kemur at føra útreiðslur við sær, sum eftir hansara tykki eru óneyðugar. Og í ringasta føri kann hendan løgtingssamtyktin gerast ein heilt óloysiligur trupulleiki.

Løgtingið samtykti nevniliga at strika tann partin í uppskotinum hjá Landsstýrinum sum sigur, at tær donsku kunngerðirnar kunnu verða settar í gildi í Føroyum.

? Fyrr varð tað so, at tað varð lýst í eini lítlari kunngerð í Kunngerðarblaðnum, at tann og tann danska kunngerðin var nú eisini galdandi í Føroyum. Men nú hevur Løgtingið kravt, at allar kunngerðirnar, sum verða settar í gildi í Føroyum, verða lýstar í Kunngeðrarblaðnum í síni heild.

Og tað heldur hann, fer at føra trupulleikar við sær.

? Nógvar av kunngerðunum eru rættiliga umfatandi. Eitt nú er kunngerðin um ?markvirði fyri evni og tilfar? næstan 900 síður- og hon er ikki eindømi.

?Sostatt kemur arbeiðseftirlitið at eiga fleiri Kunngerðarbløð einsamalt - og tað verða Kunngerðarbløð, sum í vavi verða sum tjukkar bøkur. Og tað heldur Eli Davidsen er óneyðugt peningabrúk, tí teir føroyingar, sum hava áhuga í hesum kunngerðum, kunnu teljast á einari hond.

Men hann leggur afturat, at skal løgtingssamtyktin eisini skiljast soleiðis, at kunngerðirnar skulu týðast til føroyskt, er hetta ein ovurhondss stór uppgáva.

? Í hvussu so er verður hetta ein óloysilig uppgáva hjá Arbeiðseftirlitinum, tí so skulu vit seta eina rúgvu av fólki afturat, bara til tað, sigur Eli Davidsen.

Tí heldur hann undantak eigur at verða gjørt fyri tær stóru kunngerðirnar, so at tær ikki skulu lýsast í Kunngerðarblaðnum síni heild.