Pengarnar beinanvegin

Dómarar: Leygardagin avtalaðu feløgini, eftir áheitan frá dómarunum, at pengarnir, sum teir skulu hava fyri at døma, framyvir skulu rindast áðrenn dystarbyrjan

Áðrenn dómaratrioin fer undir uppgávuna, sum teir skulu røkja, so skal heimafelagið rinda teimum pengarnar, sum teir sambært ásetingum hjá FSF eiga rætt til.

Hetta kom fram sum eitt ynski frá dómarunum á fundinum leygardagin, og tað tóktist ikki vera nøkur mótstøða ímóti tí. Higartil hevur mannagondin verið tann, at dómarapengarnir hava ikki verið flýggjaðir uttanveltaðu monnunum fyrrenn eftir dystarlok, og tað halda svartklæddu menninir ikki vera serliga heppið.

Sum vit skilja á lagnum so er tað aðra staðni í heiminum vanligt, at samsýningin verður rindað undan dystarbyrjan. Hetta verður m.a. gjørt fyri at sleppa undan óhepnum støðum, sum kunnu standast av, um onkur hevur hug at illneitast inn á dómaraavrikið.

Nú vilja føroyskir dómarar hava somu mannagongd, sum teir hava aðra staðni, og alt bendir á at í framtíðini verður tað soleiðis, at feløgini skulu syrgja fyri at hava pengarnar tøkar, tá teir taka ímóti dómarafólkunum.