Pengar, takk!

Annita á Fríðriksmørk
-----------

Ein av primeru uppgávunum hjá einum, sum tekur við sum landsstýrisfólk, er at tryggja, at pengar eru til øll tey øki, tey umsita. T í má viðkomandi tryggja sær, at peningur verður játtaður í góðari tíð. Eisini til tær lógarbundnu útreiðslurnar, sum eru innan tað økið, sum landsstýrisfólkið umsitur.

Um tað fyriliggur ein materiell heimild, ella lógarbundin játtan, so merkir tað ikki, at landsstýrisfólkið kann snúgva sær undan at biðja um tað neyðugu játtanina, - soleiðis sum ikki minni enn tveir advokatar hava róð framundir í almennu miðlunum um dagarnar.
Landsstýrisfólkið hevur ábyrgdina av at tryggja at møguleiki er fyri, at materiella lógin verður hildin. Síðani er tað upp til politiska hegni, vit og skil hjá landsstýrisfólkinum at finna útav, hvussu hetta verður gjørt - í nóg góðari tíð!
Í fleiri førum er tað sjálvandi miðfyrisitingin og leiðslurnar har, sum hava til uppgávu at virka fyri, at landsstýrisfólkini ikki koma sær í óføri. Tað gera tey sjálvandi best við at hava so skilagóðar mannagongdir, ávísingar, siðvenjur osfr. Men óansæð, so er tað landsstýrisfólkið, sum stendur við endaligu ábyrgdini.
Og landsstýrisfólkið eigur at vita (fáa at vita!), at har eru tvær heimildir, sum viðkomandi ikki kann snúgva sær undan. Onnur er fíggjarheimildin, sum er at tryggja, at nóg mikið av peningi er til taks. Hin er materiella heimildin, sum er eitt krav frá borgaranum at fáa ta veiting, hann við lóg hevur rætt til.
Ein lógarbundin útreiðsla skal sjálvsagt gjaldast. Men landsstýrismaðurin hevur ikki gjørt sína skyldu og hevur ikki virka innan sínar heimildir, um hann ikki hevur tryggjað sær ta játtan, sum SKAL til, ta matriellu lógina, sum krevur, at hann rindar.
Sjálvandi hevur borgarin krav uppá at fáa teir pengar til tíðina, hann við lóg hevur rætt til, og júst tí má landsstýrisfólkið tryggja í góðari tíð, at pengar eru til játtanina.
Tulking av føroyskum lógarverki kann elva til ábyrgdarloysi
Um eg skilji onkran av advokatunum rætt, sum hevur gjørt viðmerkingar til niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini (lmn), so halda teir, at landsstýrisfólkið skal síggja stórt uppá, um pengar eru játtaðir ella ikki. Teir siga, at hon ella hann skal bara tryggja sær, at materiella heimildin er í lagi.
Er hetta so, ella varð hetta so, so elvir tað til beinleiðis ábyrgdarloysi, og er heldur ikki í tráð við føroyskt lógarverk! ...soleiðis sum eg lesi tað.
Fíggjarlógin hevur nógvar kontoir, og 1,4 mia av tí, sum játtað verður er lógarbundið. Hugsið tykkum um tað nú bleiv kotýman, at landsstýrisfólkini skuldu sæð stórt uppá tað, sum er lógarbundið.
Verður hesin vanin legaliseraður, so endurspeglar fíggjarlógin als ikki tað, sum veruliga verður útgoldið.
1,4 mia er hóast alt 1/3 av øllum útreiðslum á fíggjarlógini! Sjálvandi skulu landsstýrisfólkin í góðari tíð gera eina neyva meting av, hvat hesar lógarbundnu útreiðslur koma at kosta landskassanum, og eisini gjøgnum ári fylgja við, um nú metingin helt.
Ger metingin ikki tað, so má umbøn um eykajáttan koma í løgtingið, - í nóg góðari tíð!

Óforútsæddar útreiðslur
Men so kunnu uppstanda óforútsæddar útreiðslur.
Eisini her kann góður vani sleppa undan óneyðugum dráli.
Í niðurstøðuni hjá lmn nevna vit sum dømi um meirútreiðslur, sum stóðust av, at nýtt landsstýrið varð skipað í ótíð. Hetta vóru meirútreiðslur, sum ikki vóru forútsæddar, tá ið fíggjarlógin varð smíðjað árið fyri, og sum byrja at telja frá fyrsta degi, nýggja landsstýrið tekur við.
Her átti at verið upplagt, at landsstýrisfólkið sama dag ella dagin eftir umskipanarhátíðarhaldið, fekk ráð frá fyrisitingini, um at tað, sum nú er farið fram, ger, at tú eigur at biðja um eykajáttan beinanvegin. Longu við komandi lønarútgjalding eru meirútreiðslur, sum vit ikki sóu fyri okkum, tá fíggjarlógin varð smíðjað. Og hetta mæla vit til vísandi til stýrisskipanarlógina, sum í grein 43 stk 2 sigur, at “Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.” Og tað er nú óheppið at byrjað skeiðið við at bróta stýrisskipanarlógina!

Far til løgtingið og bið um pengar ella bið um lógarbroyting
Tá landsstýrisfólkið skal tryggja sær, at pengar eru til allar útreiðslur hjá ráðnum, so fær landsstýrisfólkið ta trygdina við at biðja játtandi myndugleikan, sum er løgtingið, um pengar. Fær landsstýrisfólkið noktandi svar uppá umbønina, so hevur landsstýrisfólkið framvegis ábyrgdina av økinum, og má tí framvegis tryggja, at materiellu lógirnar liva upp til játtaninar. Tí má næsta stigið verða, eftir at noktandi svar er komið uppá umbøn um pengar, at koma við uppskotið til løgtingið, at broyta materiellu lógina. Vendir løgtingið framvegis pílin niðureftir, so er landsstýrisfólkið troka upp í ein krók, og eigur nú at síggja skriftina á vegginum.
Inntøkutrygdin og rentustuðul eru ikki góð dømi
Dømini um inntøkutrygdina og rentustuðul eru tíverri ikki góð dømi hjá sitandi landsstýrið at brúka. Í hvørgum døminum gjørdi hvørki annar landsstýrismaðurin ella hin, eina roynd at fáa pening til vega, áðrenn goldið varð út. – Enn minni teir royndu at broyta lógina.
Báðir høvdu nokk fingið peningin, um teir bóðu um teir, men tað gjørdu teir bara ikki.
Vit vita, at ætlanin var frá landsstýrisins síðu at broyta lógina um inntøkutrygd, og flyta hana út á arbeiðsmarknaðin, og tí var ikki biðið um neyðugu játtanina til økið. Tí var ikki hildið neyðugt at seta pengarnar av á fíggjarlógini.
Men trupulleikin uppstendur, tá uppskotið um at flyta inntøkutrygdina út, ongantíð kom. Tvs at lógin verður verandi í gildi. So stendur landsstýrismaðurin har við eini lóg, sum hann skal rinda út eftir, og við eini konto, sum er tóm.
Tá ið útinnandi valdið hvørki biðir um pengar til økið, ei heldur biðir um at fáa lógina broytta, so er tað eitt umsitingarligt forsømilsi hjá útinnandi valdinum, og ikki ein fundamentalistisk tulking hjá landsstýrismálanevndini, - sum onkur lógarkønur vil verða við.
Í kjakinum í í SVF týskvøldið vardi Jóannes Ejdesgaard seg við, at hann bað fíggjarnevndina um pengar til rentustuðul, men fekk noktandi svar. Tí segði hann seg hava valið ímillum at bróta lógina ella at sleppa hundratals av sethúsaeigarum uppá fjall. Men hatta er ikki rætt.
Trupulleikin er, at hann spyr fíggjarnevndina um pengar til rentustuðul nakrar mánaðir eftir, at pengarnir eru brúktir. Og tað var tað, sum fíggjarnevndin varð fortørnað yvir. At koma í fíggjarnevndina beint fyri árslok og biðja um pengar, sum eru brúktir, kann bara hava til endamáls at fáa okkum, sum har sita, at blástemplað tað óheimilaðu nýtsluna, sum VAR farin fram. Tí við hesi blástemplingini høvdu tølini sæð mikið vakrari út í landsroknskapinum fyri tað árið.
Høvdu vit sagt ja, hevði hann ongan trupulleika havt av tí í dag.
Men av tí at vit søgdu nei, so vænti eg, at hann, og onnur sum eru og verða landsstýrisfólk, og sum eru um landsstýrisfólk, ansa sær, og tryggja neyvari mannagongdir, enn siðvenja hevur verið undanfarin ár. Alt fyri at peningur er til taks, áðrenn goldið verður!

Munur er á tí danska og tí føroyska lógarverkinum
Nakrir advokatar hava verið frammi í kjakinum, um hvat teir halda átti at verið galdandi. Men landsstýrisfólkini skulu halda seg til tað, sum ER galdandi. Og har hava vit fyrst og fremst grein 43 stk 2, sum sitera verður omanfyri, um at eingin útreiðsla sostatt kann verða goldin, er ikki heimild fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.
Sambært tí eina advokatinum, sum var alment frammi, so skilti eg á honum, at hann helt tað verða í lagi, tað sum Jóannes Ejdesgaard hevði gjørt, og vísti m.a. til “onkran” fyri at hava sagt, at materiell heimild (lógarbundin játtan) kemur fram um fíggjarheimild. So er til tað at siga, at sitatið hann sipaði til, var ætlað donskum lógarverkið og ikki tí føroyska. Og har er nemliga munur á!
Í føroyska lógarverkinum er onki, sum tíðir uppá, at materiella heimildin er so sterk, at mann á nakran hátt kann undirmeta fíggjarheimildina. Sambært álitinum til játtanarlóg, so stendur á síðu 66, sum viðmerking til grein 43, stk 2 at “Kontant-meginreglan ber í sær, at hóast materiell heimild er fyri at ávísa pening, so merkir tað ikki í sjálvum sær, at ávísing kann verða framd. Afturat krevst játtanarheimild ella játtan á fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. Við játtanarlóg verður hugsað um annað slag av játtanarlóg enn fíggjarlógina, t.e. ikki við eina vanliga lóg. Vanligar Løgtingslógir kunnu regluskipa játtanir, men eru ikki játtanarlógir.”
Hevur hesin tekstur í áltinum til játtanarlóg nakra sum helst vekt, so er í minsta lagi talan um tvey krøv, sum landsstýrismaðurin má útinna eftir. Annað er at rinda, hitt er at tryggja sær pengar áðrenn!
Løgtingið rættvísger ikki lógarbrotini, um tað góðkennir roknskapirnar.
Jóannes Ejdesgaard vardi seg eisini við, at løgtingið hevði góðkent allar roknskapirnar frá landsgrannskoðaranum hesi árini krittikkurin koyrir uppá.
Um tað skal skiljast sum, at fíggjarmálaráðharrin heldur, at løgtingið tá eisini hevur gjørt seg skyldugt í óheimilaðu meirnýtsluni, so tekur JE nokk feil.
Løgtingið sigur ikki, tá tað góðkennir roknskapir fyri farin ár, at tað er í lagi, tað sum er farið fram. Men løgtingið sigur hinvegin, tá ið tað tekur undir við landsroknskapinum, at tøliniog viðmerkingarna, sum landsgrannskoðanin er komin fram til í roknskapinum eru røtt.
Og tað er munur á tí, og so at góðtaka lógarbrotini sum landsgrannskoðanin ár eftir ár kritiserar og avdúkar í landsroknskapinum!
Um løgtingið hevur medábyrgd av tí, sum verður lagt fram og avdúkað í landsroknskapinum, so er landsgrannskoðarin og stovnurin undir honum væl sagtans eisini partur av hesum kritikki, tí tað er har, tølini verða viðgjørd og fest á blað!

”Konsekvensir”
Eitt av kritikkpunktunum kom frá advokati, sum viðmerkti niðurstøðuna hjá lmn, men legði hesin afturat “konsekvensirnar av tí, tað er har sum ketan fer av hjá teimum, sum hava viðgjørt hetta málið.” Men her fer advokaturin skeivir! Vit siga nemliga onki um konsekvensir. Vit siga hinvegin í niðurstøðuni, at: ”Um stig skulu verða tikin til, at eitt lógarbrot skal fáa rættarligar ella politiskar avleiðingar, er ein politiskur spurningur, sum Landsstýrismálanevndin ikki viðger ella tekur støðu til.”!
Uppgávan hjá lmn er hinvegin at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Uppgávan er ikki at koma við tilmæli um avleiðingar.
Ein annar advokatur var síðani frammi og visti á, sum rætt var, at lmn var ikki komin við nøkrum tilmæli um avleiðingar, men helt, at starvsskipanin hjá lmn átti at verið víðkað til eisini at komið við tilmæli um hetta. Tað er møguligt. Men her loyvi eg mær at spyrja sakkunnleikan, um hann heldur, at tað er so heppið at ein nevnd í løgtinginum skal ábyrgdast ta uppgávuna, at koma við tilmæli um avleiðingar fyri lógarbrot.
Nevndarlimirnir eru juridisk leikfólk, sum eisini eru løgtingslimir. Sum løgtingslimir hava teir eisini eftirlit við landsstýrinum. Og tí hevði eg hildið, at eg sum nevndarlimur í lmn, kann taka tann kasjettin av, tá eg fari av fundi har, og taka hin á, har tað stendur ”løgtingskvinna”, og tá siga, at eg haldi, at hasin ella handan eigur at verða koyrd frá, ella ákoyra reist ímóti, tí viðkomandi til dømis máar trúvirði undir tí politisku skipanini.
Ivist í um tað er ráðiligt, at ein trýmannanevnd mannað við leikum, um enn fólkavaldum, eigur at virka sum tilmælandi ”dómstólur” . Men vónandi koma fleiri, sum eru meira avgjørd, um tann spurningin inn á banan við sínum grundgevingum.
Kanningarstjóri
Spurningurin um hvørt ein kanningarstjóri átti at kannað hvør orsøkin er til, at óheimilaðar útreiðslur eru slopnar fram við borðinum ár eftir ár, hevur nú tikið seg upp.
Høgni Hoydal vísti í kjaksendingini á, hvat gagn ein kanningarstjóri kundi havt fyri eftirtíðina, tá hesin m.a kundi staðfesta veruligu ábyrgdina, og kundi hesin víst á neyðugar broytingar innan lógarverk og fyrisiting. Hann kom ikki við einum orði um, at nakar ávísur átti ofrast.
Men til hendan spurningin, so forpurraði Kári á Rógvi heilt víst møguleikanum við kanningarstjóra. Og tað gjørdi hann í kjakinum við Jóannes Ejdesgaard. Kára´sa løgfrøðiliga vit druknaði í speiskum og provokerandi retorikki – hesaferð vent móti Jóannes Ejdesgaard, landsstýrismálanevndini og advokatum í býnum!
Tá andstøðan dyrgir eftir at fáa ein meiriluta fyri kanningarstjóra, so hevur hon eisini brúk fyri undirskriftum úr samgonguni. Tá so er, er tað politiskt ógvuliga óbúgvið, beint undan møguligum undirskriftum, fyri opnari mikrofon at opinbera sína vón um, at veljarin fer at avhøvda ein av leiðarunum í samgonguni.

Siti í landsstýrismálanevndini!
Landsstýrismálanevdnin er ein av trimum eftirlitsfunktiónum hjá landsstýrinum. Hinar eru løgmaður sjálvur og so løgtingið. Og so er tað landsgrannskoðanin, sum kannar hvørji tøl landsstýrisfólkini arbeiða við og ger viðmerkingar til tey.
Sum ein av trimum nevndarlimum í landsstýrismálanevndini havi eg her valt at gera nakrar viðmerkingar til nøkur av teimum úttalilsum, sum hava verið í fjølmiðlunum, um niðurstøðuna hjá lmn í sambandi við ákærunar móti landsstýrisfólkum og teirra óheimilaðu meirnýtslu.
Kann verða í so nasadjarvt at koma við løgfrøðiligum rættingum til m.a dýrtdrivnar advokatar. Men helt, at okkurt týddi uppá, at úttalilsi teirra als ikki vóru í samsvar við grundgevingarnar fyri okkara niðurstøðu í landsstýrismálanevndini, ella at vit í minsta lagi tosað forbí hvønn annan. Vónandi verður hetta ikki tikið illa upp, men fari eg skeiv, so taki eg heldur enn fegin við mótspæli!

Góðan arbeiðshug og takk fyri viðmerkingarnar!






½