Pengar streyma í kassan hjá Netflix

Netflix hevði 1,7 milliard krónur í avlopi fyrsta ársfjórðing

Tað gongur strúkandi hjá amerikansku stroymingtænastuni Netflix, og eftir á roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing varð kunngjørdur í gjár, hækkaði virðið á partabrøvunum fimm prosent.

Fyrsta ársfjórðing fekk Netflix 7,4 milliónir nýggjar haldarar og hevur nú umleið 125 milliónir haldarar. Roknað verður við, at nakrar milliónir haldarar fara at koma afturat komandi ársfjórðingin.

Haldaragjaldið hjá Netflix er hækkað, og tað ger eisini mun hjá felagnum. Fyrsta ársfjórðing var avlopið 1,7 milliard krónur, og tað var 40 prosent meira enn somu tíð í fjør.


Tað er alt meira greitt, at Netflix er við at gerast ein heimsumfatandi tænasta. Higartil hevur amerikanski heimamarknaðurin verið tann størsti hjá Netflix, men í ár fer Netflix at hava meira umsetning uttan fyri USA enn i USA.  

– Eg eri sera glaður fyri, at vit mentu hesa fyritøku til ikki at vera bundnað at lýsingum, sigur Reid Hastings, stjóri í Netflix, sambært Financial Times.