Fyri løtu síðani staðfesti evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, at KÍ vinnur uppgerðina móti Slovan Bratislava úr Slovakia, sum bleiv útsett tvær ferðir vegna koronu í hópinum hjá gestunum. Hetta merkir, at KÍ nú skal spæla í Sveis móti Young Boys longu mikukvøldið.
Dystirnir í Evropa eru eisini dystir eitt samlað stigatal, ið ásetur hvussu nógv feløg sleppa út í Evropa. Hartil er talan um nógvar pengar fyri føroysk feløg. Fyribils sær út til, at KÍ fær bæði stigini og pengarnar, fyri at “vinna” á Slovan Bratislava.
- Vit hava ikki fingið annað at vita, so vit ganga út frá at vit fáa pengarnar og stigini, sigur Tummas Lervig.
Talan er um tvær milliónir krónur í vinningi, men Tummas Lervig vísur eisini á, at hóast dysturin ikki bleiv spældur, so hevur KÍ brúkt ótrúliga nógva orku seinastu vikuna. Bæði at fyrireika dystin, sum ikki bleiv avlýstur fyrr enn fimm minuttir fyri dystarbyrjan, og í tí umsitingarliga partinum. Felagið hevur bæði verið í samráðingum við Slovan Bratislava, UEFA, føroysku myndugleikarnar, umframt at felagið hevur fyrireikað ferðina til Sveis. Ein ferð, sum mátti fyrireikast á nýggju, tí boðini komu so seint frá UEFA í dag.
Við sigrinum hevur føroyskur fótbóltur vunnið tríggjar dystir av fýra í ár. Vit hava fýra pláss í Evropa í ár, men bara trý komandi ár. Nú er líkt til at vit í 2022 fáa fýra pláss aftur.
##ms##