Stuðulsmøguleikar
Oljumálaráðið hevur gjørt víðkaða reglugerð fyri stuðul frá loyvishavarunum til vinnuliga førleikamenning, verður sagt í tíðindaskrivi frá Oljumálaráðnum..
Tað merkir, at føroyingar, sum hava hug at søkja stuðul til førleikamennandi endamál, nú hava enn betri møguleikar enn fyrr at søkja loyvishavararnar um stuðul. Tí nú ber til at søkja um stuðul til menning innan aðrar vinnugreinar enn tær, sum beinleiðis hava við olju og gass at gera, stendur í tíðindaskrivinum frá Oljumálaráðnum.
Loyvishavararnir bundu seg í ár 2000 til at veita stuðul til førleikamenning á økinum, men nú hevur eyðun Elttør, landsstýrismaður, víðkað hesar karmar til eisini at umfata vinnugreinar, sum liggja uttan fyri sjálvt olju- og gassøkið.
Tann, sum vil vita meira um hesar møguleikar, kann leita sær upplýsingar á heimasíðuni hjá Oljumálaráðnum. Tann heimasíðan eitur: www.oms.fo