Pence hevur ynskt Harris tillukku og boðið sína hjálp

Telefonsamrøðan er fyrsta sambandið á hesum stigi millum fráfarandi umsitingina í USA og ta nýggju.

 

Amerikanski varaforsetin, Mike Pence, rætti hósdagin út hondina til eftirkonu sína, Kamalu Harris.

Tað søgdu vælvitandi keldur í gjár.

Tað er frysta sambandið á hesum stigi millum fráfarandi umsitingina og ta komandi umsitingina í Washington.

Seinastu tíðina hevur Mike Pence í størri mun tikið yvir arbeiðið at lata valdið yvir til Joe Biden og lið hansara.

Hóast tilsøgn um at arbeiða fyri einum smidligum valdsskifti hevur Donald Trump, forseti, ikki sett seg í samband við Biden, eins og hann heldur ikki hevur viðgingið, at Joe Biden vann forsetavalið í november.

Mike Pence góðkendi sigurin hjá Biden og Harris í Kongressini í síðstu viku, eftir at fleiri hundrað viðhaldsfólk hjá Trump løgdu á kongressbygningin í eini roynd at steðga tilgongdini.

Telefonsamrøðan hjá Pence til Kamalu Harris meta eygleiðarar sum tað seinasta stigið hjá varaforsetanum fyri at halda nakrar av politisku siðunumk, sum Trump hevur lagt sektin á.

– Hann ringdi fyri at ynskja tillukku og bjóða sína hjálp, siga keldur, sum kenna til støðuna.

Hetta vikuskiftið fer Mike Pence runt at siga amerikonskum hermonnum forvæl.

/ritzau/Reuters