Pelsur til jólini

Ìmyndið tykkum tíðina, tá kvinnur vóru femininar við reyðari varrastift, kjóla og pelsi... Tann mótin hevur hetta heystið stungið seg fram aftur, og um jólini mást tú hava okkurt plagg ella tilhoyr úr pelsi

Marilyn Monroe, Rita Hayworth og Eva Gabor standa sum fyrimyndirnar fyri einum av mongu trendunum, sum eru at síggja hendan veturin. Tær, og mangar við teimum, nýttu pels til serlig høvi, tá tær skuldu vera serliga fínar og kvinnuligar í 40'unum og 50'unum.

Á mótasýningunum til heyst 09' vóru flest allir sniðgevar samdir um, at mótin við pelsi nú aftur er verdur at satsa uppá, og vit sóu pelsar í øllum sniðum, litum og skapum -bæði ektaðar og eftirgjørdar. Pelsur varð eisini nýttur til tilhoyr t.d. handskar, húgvur, taskur, kragar og stivlar.

Óansæð hvussu tú velur at nýta hann, so er pelsur eitt absolutt mást hava í vetur. Og um tú ert heppin, finnur tú kanska ein vakran vintage pels í ommusa skápi...