Næstsíðsta fríggjadag og leygardag var løgreglan á vitjan á virkinum Modolv Sjøset Pelagic í Træna í Nordland í Noregi Orsøkin til vitjanina var, at norska Fiskeridirektoratet hevði meldað virkið í Træna, sum eitt nú frystir pelagisk fiskasløg.
Felagið er skuldsett fyri bedragarí og er mistonkt fyri at hava svikað við vektartølum.
Tað er ranablad.no, sum ber hesi tíðindi.
Modolv Sjøset Pelagic tekur serliga ímóti sild og lodnu, og skuldsetingarnar eru reistar í sambandi við innviging av fiski.
Myndugleikarnir halda, at skrásetta vektin er ov lítil í mun til veruligu landingarnar.










