Pelagiski flotin góða byrjan

Fiskimálaráðið hevur ikki útskrivað svartkjaftaloyvini enn, og tí sleppa føroysk skip ikki at veiða svartkjaft í løtuni. Roynt verður at finna semju um býtið av kvotuni. Sum heild hevur tað gingið væl hjá pelagiska flotanum higartil í ár.

Fagraberg kom á Havnina næst síðstu nátt. Seinastu fýra túrarnar hava teir verið á sild og hava landað í Danmark og Noreg. Meginparturin er farin til matna.

Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at Fagraberg hevur gjørt fimm túrar tilsamans í ár, harav hin fyrsti var ein svartkjaftatúrur, har teir landaðu í Íslandi.

Reiðarin letur væl at byrjanini av hesum árinum.

- Eg haldi, at tað hevur gingið hampiliga væl hjá flestu pelagisku skipunum tað, ið farið er av árinum.

Hann sigur, at Fagraberg ætlandi fer á lodnuveiði í íslendskum sjógvi fyrsta dagin. Har eiga teir góð 1600 tons at fiska.

- Nú hevur sildin stór rogn, og tí loysir tað seg ikki so væl at fiska hana til matna í løtuni, sigur hann.

Anfinn Olsen sigur, at meðan lodnuloyvini eru komin úr Fiskimálaráðnum, eru svartkjaftaloyvini ikki komin enn.

- Sum er, sleppa føroysku skipini ikki á svartkjaftaveiði. Hetta er tíðin, tá svartkjafturin er bestur og tíðin, sum nú kemur, er eisini hon, har hann er bíligastur at fiska.

Reiðarin vísir á, at pelagiska vinnan roynir at finna semju um býtið av svartkjaftakvotuni, sum ávís ósemja hevur verið um.

- Flestu feløg, sum hava pelagisk skip, eru fyri eginkvotu heldur enn felagskvotu, men trupult er at koma ásamt um júst, hvussu svartkjafturin skal býtast. Tað er altíð trupult, tá lítið er at býta, men eg vóni, at vinnan semist, so nýggju loyvini kunnu útskrivast í næstum, sigur Anfinn Olsen.