Langt er ímillum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, nú semingsroyndin í gjár ikki eydnaðist. Pedagogfelagið hevur lýst verkfall frá týsmorgninum klokkan 07.00.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, segði við Kringvarpið í dag, at hann ynskir at líka útbúgving gevur líka løn. Tað uppskotið, sum lá á borðinum innihelt ikki tað.
– Ein føroyskur námsfrøðingur hevur 240 ECTS stig, tá hann er liðugur á Fróðskaparsetrinum, og tað eru nakrir aðrir bólkar, sum eisini hava tað. Har halda vit sjálvandi, at vit eiga at verða lønt á sama hátt, segði Jógvan Philbrow.
Spurdur um Pedagogfelagið krevur tað sama, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið júst eru farnir upp í løn, kravdu, segði hann, at uppskotið hjá Pedagogfelagnum líktist tí hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og Pedegogfelagið ikki fær gjørt eina avtalu sum er verri enn hon hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Tó hevur Pedagogfelagið gjørt vart við, at felagið góðtekur, at allar broytingarnar ikki verða framdar við tað sama - men felagið vil ikki góðtaka eina vánaliga avtalu.