Seinnapartin í dag hittast Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið enn eina ferð í Gerðarættinum í sambandi við ósemjuna um lønina hjá Pedagogunum.
Tað hevur nevniliga ikki eydnast Amannaverkinum og Pedagogfelagnum at semjast um, hvussu nógv undantøk tað er neyðugt hjá Almannaverkinum at fáa fyri at tryggja sær, at lív og heilsa hjá búfólki og viðskiftafólki hjá Almannaverkinum, ikki verður sett í váða.
Tí hevur Fíggjarmálaráðið lagt málið fyri gerðarættin enn eina ferð, og rætturin fer at viðgera málið seinnaparti í dag.
Pedagogfelagið fór í verkfall týsmorgunin, tí semja fæst ikki við Fíggjarmálaráðið um lønina. Tá fóru 160 leiðarar og varaleiðarar í Verkfall. Men kommunurnar svaraðu alt fyri eitt aftur og sendu allar pedagogarnar á dagstovnunum heim frá hósdegnum at rokna.
Tað fekk pedagogfelagið at herða verkfallið og at koyra allar pedagogar hjá Almannaverkinum heim leygarmorgunin, samstundis sum at boðað varð frá, at ongi undantøk fóru at verða givin.
Men Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, segði, at skal trygd fáast fyri, at lív og heilsu á fólki ikki verður sett í váða, má Pedagogfelagið geva undantak fráverkfallinum til 141 pedagogar, men tað vildi felagið ikki.
Fíggjarmálaráðið legði tískil málið fyri Gerðarættin og fríggjadagin dømdi Gerðarætturin ætlaða verkfallið hjá Pedagogunum á stovnum undir Almannaverkinum at vera ólógligt.Verkfallið skuldi byrgjað klokkan átta í gjáramorgunin, men Gerðarætturn segði, at tað var ólógligt. Og ein orsøk til tað var, at Pedagogfelagið ikki samstundis hevði givið ítøkilig undantøk frá verkfallinum fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða.
Hetta fekk Pedagogfelagið at útseta verkfallið til mánamorgunin. Samstundis hevur felagið av sínum eintingum mett um, hvørji undantøk krevjast fyri at sleppa undan at seta lív og heilsu í váða. Og sostatt fekk Fíggjarmálaráðið tilsøgn um undantøk til 89 pedagogar, sum kunnu fara til arbeiðis, hóast verkfall skuldi vera.
Men Edvard Heen segði, at tá ið tey komu fram til, at minstakravið er at fáa undantøk til 141 fólk fyri at tryggja lív og heilsu, er hetta eitt úrslit av eini ógvuliga nágreinilig meting.
– Vit settu talið til 141, tí tað er tað rætta talið, sum krevst, sigur hann. Fáa vit ikki 141 fólk til arbeiðis, kunnu vit ikki taka ábyrgdina fyri lív og heilsu hjá fólki, segði hann í gjár.
Hann segði at roynt varð at fáa samband við Pedagogfelagið fyri at fáa greiði á, hvussu felagið er komið fram til at rætta talið á undantaksloyvum er 89.
– Tað lá í úrskurðinum frá Gerðarættinum, at Pedagogfelagið skuldi samskifta við okkum um tey neyðugu undantøkini, men tað undrar okkum, at tað hevur felagið ikki gjørt, men hevur mett um støðuna, uttan at ráðføra seg við okkum.
– Vit vita sostatt ikki, hvat metingin hjá Pedagogfelagnum byggir á, og tað royndu vit at fáa greiði á, segði hann fyri at kunna samanbera teirra lista við okkara, og so fingu vit greiði á, hvar vit flóta.
Men í dag ásannar Edvard Heen, at »Pedagogfelagið hevur ikki víst áhuga fyri at samskifta við Almannaverkið um málið«, sum hann málber seg.
Sostatt hevur Pedagogfelagið ikki viljað givið fleiri undantaksloyvi enn tey 89, Almannaverkið fekk leygardagin.
Men Edvard Heen sigur, at tað er ikki nokk. Ein nýggj kanning hjá teimum vísir, at í løtuni er tørvur á minst 135 pedagogum fyri at tryggja lív og heilsu hjá fólki. At talið er lægri ídag enn tað var fríggjadagin, er ein nátúrlig avleiðing av, at viðskiftafólk koma og fara ígjøgnum Almannaverkið hvønn dag, og í dag er rætta talið 135 pedagogar.
– Fáa vit ikki undantaksloyvi til 135 pedagogar, kunnu vit ikki veita trygd fyri lív og heilsu hjá okkara viðskiftafólki, sigur Edvard Heen.
Og tá ið fullkomin naggtódn er ímálinum, hevur Fíggjarmálaráðið sostatt enn eina ferð lagt málið fyri Gerðarættin, sum fer at viðgera málið nú, áðrenn verkfallið byrjar í morgi ári.