Pedagogarnir: Tí fara vit í verkfall

Føroya Pedagogfelag boðar nú alment frá verkfalli fyri allar sáttmálasettar limir týsdagin 31. januar kl. 07.00.

Í almennum skrivi sigur felagið, at tað hevur við opnum sinni roynt at fingið í lag semju við mótpartin undir lønarsamráðingunum, men hetta hevur tíverri ikki eydnast.

Høvuðsgrundirnar hjá Føroya Pedagogfelag at vraka semingsuppskotið, ið semingsmenninir løgdu fyri partarnar, og boða frá verkfalli eru hesar:

1. Lønarhækkingin á millum 1,19 og 0,6 prosent er alt ov lág. Fakfeløgini kravdu upprunaliga 3,5 prosent um árið í tvey ár, m.a. tí prístalið í 2011 hækkaði 2,3 prosent. Við lønarhækkingini í vrakaða semingsuppskotinum var talan tí í veruleikanum um eina reallønarlækking

2. Fakfeløgini hava áhaldandi gjørt greitt, at flatskattaskipanin skuldi ikki knýtast upp í lønarsamráðingarnar. Í semingsuppskotinum vóru hesi knýtt saman, so hægru lønirnar fingu minkandi og at enda onga lønarhækking. Hetta kundi felagið ikki góðtaka

3. Felagið er ímóti at differentiera í lønarhækkingum millum limirnar, tí Føroya Pedagogfelag vil ikki leggja ein leist fyri onnur fakfeløg, ið fer at hava við sær, at summar lønir ikki hækka. Øll arbeiðsmegi hevur sín prís, sum arbeiðsgevarin skal gjalda fyri

4. Felagið hevur undir samráðingunum kravt at fáa eina áseting um fyrireikingartíð til pedagogar og hjálparfólk í sáttmálan. Hetta serkrav slapp ikki í semingsuppskotið, tí mótparturin forðaði fyri tí. Felagið var av hesum fyri grovum vanbýti

5. Í semingsuppskotinum var eitt krav frá mótpartinum um at skerja rættin hjá fakfeløgunum at fáa avrit av hoyringsskrivum, tá ætlanin er at siga fólki upp. Felagið góðtekur ikki hetta kravið, tí tað er eitt álop á trygdina hjá starvsfólki

Føroya Pedagogfelag er við sínum 2.000 limum størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í felagnum eru hjálparfólk, pedagogar og leiðarar. Lægstu lønirnar í felagnum eru 18.000 kr. og tær hægstu 33.500 kr. Flestu limir felagsins arbeiða tó niðursetta tíð og fáa tí væl minni útgoldið um mánaðin.

Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag hevur við sær, at allir dagstovnar, frítíðarskúlar og ungdómshús kring landið lata aftur. Stuðlar, sum starvast í fólkaskúlanum, leggja arbeiðið niður, og á bústovnum, sambýlum og vardum verkstøðum verður virksemið nógv skert.