Heilsustøðan hjá Frans, páva, er framvegis álvarslig, veit Reuters at siga í kvøld, og tíðindastovan endurgevur Vatikanið.
Í eina góða viku hevur pávin verið innlagdur á sjúkrahúsi við lungnabruna í báðum lungunum.
Reuters veit at siga, at blóðroyndir, sum eru tiknar av pávanum, vísa tekin um, at eisini nýruni eru viknað.
Í gjár hevði pávin astma-líknandi herðindi og hevði tørv á eyka ilt, og tá fekk hann eisini eyka blóð.
- Læknar, sum viðgera pávan, siga, at hann er ikki í lívsvanda, men heilsustøðan hjá honum er skiftandi, veit Reuters at siga.
Vit kunnu leggja aftrat, at Frans, pávi, er føddur hin 17. desember 1936 og er soleiðis 88 ára gamal.