Pávin fordømir álop á jødar kring heimin

Í einum opnum brævi fordømir pávin antisemitisk álop, sum eru vorðin fleiri í tali í sambandi við Gazakríggið.

 

 

87 ára gamli Frans pávi hevur skrivað bræv, har hann fordømi antisemitismu. Brævið er dagfest fríggjadagin 2. februar, men er almannakunngjørt í dag 3. februar. (Arkivfoto). - Foto: Remo Casilli/Reuters

Frans pávi ávarar um, at nýggj ættarlið skulu læra at halda seg frá antisemitismu.

Í einum opnum brævi til Ísrael skrivar hann, at álop á jødar kring heimin eru vorðin alsamt fleiri eftir 7. oktober 2023, tá Gazakríggið byrjaði.

– Vit, katolikkarnir, eru ógvuliga stúrin um ræðuligu økingina í álopum á jødar kring heimin, sigur pávin í brævinum, sum er stílað »jødisku brøðrum og systrum mínum í Ísrael«.

Kríggið í Gaza byrjaði, tá hernaðarligi bólkurin Hamas leyp á Ísrael úr Gazageiranum og drap 1200 ísraelar. 240 onnur vórðu tikin við til Gaza sum gíslar.

Tað fekk Ísrael til at byrja bumbingina, sum enn er í gongd í Gaza. Sambært lokalum heilsumyndugleikum eru yvir 27.000 palestinar dripnir av ísraelska herinum.

– Vit høvu vónað, at »ongantíð aftur« fór at verða eitt niðurlag, sum eisini yngru ættarliðini hoyrdu. Men vit síggja nú, at vegurin fram krevur enn tættari samstarv fyri at útrudda hetta fyribrigdið, sigur pávin víðari við tilsiping til antisemitismu.

Gazakríggið hevur framleitt »spjaðandi hugsanir í almennu heimsfatanini og skapt fatanir, sum ofta minna um antisemitismu ella anti-jødadóm«.

87 ára gamli pávin hevur áður fordømt Hamas-álopið 7. oktober.

Hann ehvur við fleiri høvi sagt, at brúk er fyri eini tví-statsloysn fyri at enda stríðið millum ísraelar og palestinar, skrivar Reuters.

Altso ein palestinskan stat við síðuna av Ísrael.

Í brævinum skrivar hann, at hann biður fyri friði.

– Hjarta mítt er nær tykkum, í Heilaga Landinum og hjá øllum, sum búgva í tí, ísraelum, palestinum. Og eg biði fyri, at ynskið um frið fer at vinna, skrivar hann.

/ritzau/AFP

 

87 ára gamli Frans pávi hevur skrivað bræv, har hann fordømi antisemitismu. Brævið er dagfest fríggjadagin 2. februar, men er almannakunngjørt í dag 3. februar. (Arkivfoto). - Foto: Remo Casilli/Reuters