Einasta veruliga ivamálið í hópinum undan dystinum mikukvøldið er Pauli G. Hansen. Pauli fekk eina harðliga stempling á leggin móti dystarenda mikukvøldið, og at byrja við bóru menn ótta fyri, at talan kanska var um heilt álvarsligan skaða. Ein vitjan á røntguni staðfesti tó, at talan ikki var um nakað brot, men beinið er tó rættiliga hovið.
- Eg bæði vóni og rokni við, at eg eri tøkur mikukvøldið. Enn er tó best at binda nøkunlunda frið, men tað gongur rætta vegin hampuliga skjótt, segði Pauli undir venjingini mánadagin.










