Tað er greitt, at Pauli Poulsen næsta ár ikki verður venjari í barndómsfelagnum á Skála.
Eftir 2-1 sigurin í Streymnesi síðsta sunnudag er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Skála eisini næsta ár verður partur av bestu deildini.
Tveir teir síðstu heimadystirnir á Skála við Paula Poulsen við róðrið vera móti stóru feløgunum í Gundadali. Í dag er B36 gestur á Skála, og um tvær vikur verður HB gestur á Skála.
Higartil í ár hevur tað ofta riðið um snarið hjá Skála, og so er tað koppað mótstøðuliðnum til fyrimunar. Tá ið B36 fjúrtanda mai var á Skála endaði tað 2-2, eftir at Skála tvær ferðir var á odda. Eina viku undan ólavsøku var Skála á sigurskós í Gundadali, inntil vanliga leiktíðin var farin. So skoraði B36 tvær ferðir, og talvan vísti 2-1.
Allir spælararnir hjá Skála eru tøkir ídag.
Jákup á Borg og hansara menn fyrireika seg at fara inn á Skála at stríðast fyri at vinna øll stigini og harvið at hava møguleika at vinna silvurmerkini. Tað er bara ein vika síðani, at teir í B36 fingu dygga áminning um, at tað ikki er avgreiðsluspurningur at spæla ímóti teimum longri niðri á talvuni. Tá tapti B36 4-3 í Sørvági.
Í dag ere Patrik Johannesen tøkur aftur eftir leikbann. Lukasz Cieslewicz og Hannes Agnarsson eru skaddir, og tað er ivasamt, um fleiri aðrir spælarar eru førir fyri at spæla, tí teir eru skaðaplágaðir – Róaldur Jakobsen, Christian R. Mouritsen, Alex Mellemgaard og Høgni Eysturoy.