Kappingin millum málverjarnar hjá Cherbourg í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini hjá monnum er hørð.
Hon stendur millum 23 ára gamla fraklendingin, Ivah Gautier og 20 ára gamla føroyska landsliðsmálverjan, Paula Jacobsen.
Cherbourg vann í kvøld 31-28 á Strasbourg á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.
Tann partin av dystinum Pauli fekk møguleikan, og tað var í stóran mun í seinna hálvleiki bjargaði hann sjey av 16 málroyndum hjá mótstøðuliðunum. Tað gevur eitt bjargingarprosent uppá 43,75.
Ivah Gautier bjargaði seks av 22 málroyndum hjá mótstøðuliðnum, og hevði eitt bjargingarprosent uppá 26, 92 prosent.
Cherbourg er nummar 11 av teimum 16 liðunum í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir.
Nú fer Pauli saman við liðfeløgunum á landsliðnum at gera klárt til EM-undankappingardystirnar móti Ukraina á útivølli mikukvøldið klokkan 19, og móti Eysturríki í høllini á Hálsi, sunnukvøldið 16. oktober klokkan 18.










