Tað var einki lag í Skála leguni. Teir høvdu tapt móti B68, og teir høvdu mist tveir av lyklaspælarunum. Alexandur Johansen varð vøddaskaddur og kom ikki á vøllin eftir steðgin.
Pauli G. Hansen var borin av vøllinum sjey minuttir undan hvíldini. Teir kvíddu fyri, at hann hevði brotið beinið. Seinni sunnukvøldið vísti tað seg tó, at tað ikki var heilt so galið.
- Pauli var á sjúkrahúsinum, og har vístu myndirnar, at talan ikki var um brot. Heldur var talan um dyggan smeit niður á fótablaðið. Vit vóna, at liðformaðurin skjótt verður tøkur aftur, sigur hjálparvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen.
- Tað vóru nógvir nærdystir, og vit vóru ikki nóg stinnir í teimum. Tað eydnaðist B68 at fáa ferðina nakað niður, og tað var avgjørt ikki okkum til fyrimunar, staðfestir Pauli Poulsen, sum ikki heldur tað hevði verið órímuligt, um Skála í hvussu so er hevði havt fingið eitt stig.










