Vegna verkfallið eru nakrar broytingar gjørdar í ársins útgávu av kappingini.
Ætlanin var at Kring Føroyar skuldi byrja í Klaksvík, at súkklarar skuldu koyra teinin úr Klaksvík til Kunoyarbygd og aftur til Klaksvík, men Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag valdi at hugsa tankan "best fyri flest". Tí bleiv Einkultstarturin fluttur til Eysturoynna soleiðis, at flest allir luttakarar høvdu styttri leið til startin.
Eysturinoyggin bleiv karmur um 1. etapu, og gekk leiðin úr Runavík til Skálabotn, og aftur til Effostøðina í Runavík. Startur var frá Effostøðini í Runavík.
Úrslit og nøkur orð um kappingina sæst her: