Pauli Mittún: - Tað gekk sgu alíkavæl (FM1)

(FM1) Hoyr dramatiska dystarendan í Hoyvík, og hoyr ein lættan Paula Mittún hjá H71 og ein vónbrotnan Ivan Mrdalo hjá StÍF seta orð á samlaða javnleikin 47-47, ið sendi H71 í steypafinaluna

##med2##

Ígjár skelkaði kvinnuliðið hjá StÍF heimaliðið í Hoyvíkshøllini við at vinna 26-20. Tá helt tað til ein samlaðan 48-47 hálvfinalusigur hjá H71.

Tað bleiv samlað enn javnari og tættari millum mansliðini hjá H71 og StÍF. StÍF vann 25-21 í Hoyvíkshøllini, men tað var akkurát ikki nóg mikið. H71 vann 26-22 á Skála, og kann tí við samlaða javnleikinum 47-47 fegnast um at hava vunnið seg í steypafinaluna við fleiri málum á útivølli. H71 var á odda 14-12 í steðginum, og tá samlað 40-34. Men Mark Dahl í StÍF-málinum stongdi málið seinasta lítla korterið, og so kundi StÍF spakuligt eta samlaðu leiðsluna hjá H71 upp, men tað var akkurát ikki nóg mikið. Eitt útivallarmál meira bjargaði H71.

H71-StÍF 21-25 (14-12) - Samlað 47-47, H71 hevur eitt mál fleiri á útivølli.

Toppskjúttar H71: Pætur Thomsen 9, Baldur Gillason 4 og Rúni V. Højgaard 3.

Toppskjúttar StÍF: Bjarni í Selvindi 6, Ivan Mrdalo 4, Jóannes Prestá 4 og Pætur Johansen 4. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum seinastu dramatisku minuttunum av dystinum í Hoyvíkshøllini. Hoyr eisini Sjúrð taka samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein vónsviknan Ivan Mrdalo hjá StÍF, ið iðrar seg um, at strandingar ikki tóku av gylta møguleikanum teir fingu í seinna hálvleiki tá H71 ikki skoraði í nærum eitt korter.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein lættan Paula Mittún hjá H71 sum kundi staðfesta sera lættur: - Tað gekk sgu alíkavæl. Í fagnaðinum at hava rokkið steypafinaluni dylur Pauli kortini ikki, at avriksliga var tað ikki nóg gott hjá H71 í seinna hálvleiki. H71 skoraði bert sjey mál í seinna hálvleiki, og tað mundi blivið dýrt. 

(H71-StÍF 21-25, samlað 47-47. Hoyr dramatiska dystarendan og samrøður við Ivan Mrdalo og Paula Mittún)