Pauli: Arbeiðið er ikki liðugt enn

(Rás2) Skála er sjey stig røttu megin niðurflytingarstrikuna nú níggju stig eru eftir at spæla um

- Arbeiði at tryggja okkum er ikki liðugt enn, men vinna vit á B36 komandi umfar, so hava vit gjørt arbeiðið sjálvir. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen, sum kann fegnast um ein góðan 2-1 útisigur ímóti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi fyrr í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Paula Poulsen aftaná 2-1 sigurin hjá Skála yvir EB/Streymi við Margáir í Streymnesi var heima.

 

Pauli Poulsen heldur, at Skála var tað væl betra liðið í fyrra hálvleiki, tá teir vóru á odda 2-0, meðan EB/Streymur var væl betur við í seinna hálvleiki uttan tó at skapa ov nógvar opnar málmøguleikar.