Paul Watson verður sitandi handan rimar í Grønlandi

Í gjár var aftur rættarfundur í Grønlandi, har varðhaldsfongslingin av Paul Watson varð

Í fleiri stórbýum hava verið mótmælistiltøk fyri at fáa Paul Watson leysan. Hendan myndin varð tikin fyrst í oktober í París. (Arkivfoto). - Foto: Findlay Kember/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir Grønlands Politi.

Av praktiskum orsøkum verður næsti rættarfundur hildin 2. desember, skrivar løgreglan.

73 ára gamli hvalastríðsmaðurin, Paul Watson hevur sitið fongslaður í Anstaltini í Nuuk síðani 22. juli.

Hann varð handtikin í Nuuk eftir handtøkuboðum úr Japan.

Japan vil hava hann útflýggjaðan og rættarsøktan fyri eina hending í Antarktis í 2010, har hann sambært japonsku myndugleikunum var við til at gera skaða á eitt hvalaveiðuskip.

Paul Watson noktar seg segan og hevur kært avgerðina hjá rættinum um at leingja fongslingina.

/ritzau/

 

Í fleiri stórbýum hava verið mótmælistiltøk fyri at fáa Paul Watson leysan. Hendan myndin varð tikin fyrst í oktober í París. (Arkivfoto). - Foto: Findlay Kember/Ritzau Scanpix