Nú er tað váttað: Paul Watson kemur næsta summar til Føroya at stríðast ímóti grindadrápi, og hann leggur upp til størsta rokið í Føroyum nakrantíð. Føroyar koma undir størri trýst enn nakrantíð áður, tá ið Sea Shepherd við Paul Watson á odda kemur til Føroya komandi summar.
Stóra átakið hjá Sea Shepherd komandi summar verður í Føroyum, staðfestir felagsskapurin í kvøld.
Oddamaðurin í felagsskapinum, Paul Watson, verður sjálvur skipari á skipinum, sum kemur hendan vegin, og nógv skal gerast burtur úr sjónvarpsupptøkum, sum skulu dokumenterað grindadrápið og sendast um allan heim.
Sea Shepherd hevur áður havt góðar royndir av sjónvarpsframleiðslu av japanskum delfindrápi. Filmurin The Cove er víðagitin, og nú skal líknandi filmur gerast um føroyska grindadrápið.
- Nú er tíðin komin at steðga ræðuleikunum í Føroyum með alla, sigur Paul Watson avgjørdur.
Sea Shepherd ætlar at hava upptøkufólk á landi, á sjónum, í luftini og undir kavi, og felagsskapurin ætlar eisini at nýta tøkni, sum kann ræða grindahvalir burtur frá landi.
Manningin, sum kemur til Føroya um eitt gott hálvt ár, fer at kalla seg ?Shepherds of the Ferocious Isles?.
Ein annar umhvørvisstríðsmaður, Pete Bethune, arbeiðir eisini við eini ætlan um at koma til Føroya næsta summar at stríðast ímóti grindadrápi, so lagt er upp til heitt føroyskt summar 2011!