Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd hevur nú aftur gjørt um seg í Føroyum. Hesaferð hevur eitt umboð fyri felagsskapin verið í Føroyum og sneytað, og ein frágreiðing um grindadrápið í Klaksvík mánamorgunin, sum ikki alla tíðina gekk so væl, er løgd á heimasíðuna hjá felagsskapinum og send út til folk í eystri og vestri.
Oddamaðurin fyri Sea Shepherd er nú sum áður Paul Watson, sum føroyingar hava havt vitjan av nakrar ferðir. Hann hevur verið í stríði við føroyingum um grindadrápið, men nú er eru fleiri ár liðin, síðani hann sjálvur var í Føroyum seinast.
Men hann hevur langt frá gloymt Føroyar, og hann hevur eisini verið uppi í seinasta átakinum hjá Sea Shepherd í Føroyum.
- Okkara ætlan var at dokumentera grindadrápið og kunnu avdúka tað enn einaferð, og tað gera vit fyri framhaldandi at leggja trýst á føroyingar. Vit hava gjørt ein film um delfindrápið í Japan, og vit royna at gera nakað tað sama við grindadrápinum í Føroyum, sigur Paul Watson.
Gloymir ikki Føroyar
Hóast áralangt stríð ímóti grindadrápinum hevur tað ikki eydnast Paul Watson at broyta hugburðin hjá føroyingum til grindadrápið, og undirtøkan fyri drápunum eru framvegis ovurhonds stór millum føroyingar – tað sæst hvørja ferð grindadráp er.
Hetta fær tó ikki Watson at geva skarvin yvir.
- Vit hava striðst ímóti grindadrápinum í Føroyum síðani 1983, og striðið heldur fram. Eg eri í grundini ikki kløkkur av hesum seinastu myndunum, men eg eri ovfarin av, at føroyingar framvegis eta grind, tí tað er so nógv kyksilvur í grindini, at hon skaðar heilsuna hjá tykkum, sigur hann.
- Eg umhugsi at koma aftur til Føroya at stríðast ímóti grindadrápinum. Í løtuni eru vit í Antarktis, men vit halda fram við stríðnum ímóti grindadrápinum eisini, og eg kann bara siga, at Føroyar standa altíð á mínum lista. Eg havi vónir um, at vit einaferð megna at steðga føroyingum í at drepa grind. Tað mátti eisini verið fyri tykkara egna besta, tí grindin er skaðilig at eta.
Barbariskt
Sea Shepherd brúkar nógv litað lýsingarorð um føroyingar og grindadrápið, og spælt verður upp á kenslurnar í seinastu frágreiðingini, sum er komin frá felagsskapinum. Oddamaðurin í Sea Shepherd smæðist heldur ikki burtur, tá hann skal tosa um grindadrápið og føroyingar.
- Grindadrápið er barbariskt, og tit offra heilsuna hjá tykkara børnum, tá tit geva teimum grind at eta.
Kanska drepa føroyingar grindahvalir til stuttleika. Eg veit bara, at grindadrápið er fullkomiliga láturligt. Tað er nakað av tí mest barbariska og vemmiliga, sum eg nakrantíð havi upplivað, og eg dugi ikki at skilja, at tað kann halda fram, sigur Paul Watson.
***
Fakta
Navn: Paul Watson
Aldur: 59 ár
Føðistaður: Toronto, Kanada
Watson var virkin í Greenpeace, men var koyrdur úr felagsskapinum í 1977.
Stovnaði sín egna umhvørvisfelagsskap, Sea Shepherd, í 1978
Virda amerikanska blaðið Time Magazine valdi hann í 2000 til ein av umhvørvishetjunum í 20. øld
***
Stríddust við løgregluna í Føroyum
Stórur dramatikkur var í 1986, tá samanbrestir vóru millum Sea Shepherd fólk og løgregluna
Paul Watson og hansara fólk hava tríggjar ferðir verið í Føroyum.
Fyrstu ferð var í 1985, tá Watson kom sum ein rímiliga ókendur maður til Føroya. Eingin dramatikkur var í hansara vitjan, men hann fekk høvi at finnast at føroyingum fyri at drepa grind.
Bæði skúlanæmingar og fjølmiðlar vitjaðu umborð hjá Paul Watson, sum segði frá sínum hugsanum.
Árið eftir var lívið eitt heilt annað. Tá gjørdist tað til ógvusligar samanbrestir millum fólk hjá Paul Watson og løgregluna. Skipið hjá Watson varð jagstrað í føroyskum sjógvi, og fólk vóru handtikin.
Um tað vóru hesar ógvusligu hendingar, sum fekk Watson at stúra, er ikki gott at vita, men í øllum førum gingu tað 14 ár, áðrenn Watson vitjaði aftur.
Ta ferðina var ikki tann stóri dramatikkurin, men løgreglan royndi at sleppa umborð á skipið hjá Watson fyri at handa honum eina bót eftir hendingarnar í 1986.
Tá varð Watson eisini vístur úr Føroyum, og hann hevur ikki loyvi at koma at landi í Føroyum aftur.