? Nú skal grindadrápið í Føroyum steðgast einaferð med alla.
Tað hevur tiltikni umhvørvisverndarmaðurin, Paul Watson nú sett sær fyri.
Og tað ætlar hann sær at gera longu í summar.
Hann er nevniliga á veg til Føroyar við felagsskapi sínum Sea Shepherd og hann sigur, at hendan atsóknin ímóti Føroyum verður høvuðstiltakið hjá felagsskapinum í ár.
Tað er við nýggja skipi sínum ?Ocean Warrior? og undir herrópinum ?Grindstop 2000? at Paul Watson nú hevur sett kósina ímóti Føroyum.
Og her hevur hann sett sær fyri at seta í verk, størstu beinleiðis atsóknina ímóti føroyska grindadrápinum í meiri enn 10 ár.
Væntar samanbrestir
Hann sigur, at atsóknin í Føroyum kann væntast at gerast drúgv, og hann er til reiðar at vera í Føroyum í juni og juli mánaða.
Og her ætlar hann at gera, hvat gerast kann fyri at forða fyri grindadrápinum.
Tað ætlar hann at gera við at leggja seg ímillum møguligar grindir og teir bátar, sum royna at reka grindina.
Soleiðis ætlar hann sær at órógva grindaraksturin so mikið, at hann fær rikið grindirnar til havs við ?Ocean Warrior?, ístaðin fyri at tær verða riknar til lands.
Men hann væntar ikki, at tað fer at vera friðaligt undir Føroyum, so leingi hann er her.
? Tað er væntandi, at harðir samanbrestir fara at vera undir atsóknini í Føroyum, sigur Paul Watson í tíðindabrøvum.
Men tað eru hann fyrireikaðir upp á og hann ætlar ikki at lata set ræða av hóttanum frá føroyingum um at brúka vald ímóti honum.
Hann vísir eisini á, at samanbestir eru ikki ókent fyribrigdi.
Tey 23 árini, Sea Shepherd hevur søkt at teimum, sum drepa hval, hava mótstøðan ofta verið hørð.
Men oddamaðurin sigur, at øll hesi árini hevur ongin latið lív, tí tað verður dentur lagdur á at forða fyri.
Eisini táið Paul Watson var í Føroyum seinast í 1986, vóru samanbrestir ímillum hann og løgregluna.
?Tá skutu føroyskir myndugleikar fleiri ferðir eftir okkum við høglbyrsu og táragassi, tá ið vit royndu at reka grind til havs, sum føroyingar ætlaðu at reka til lands.
Hann sigur, at ta ferðina eydnaðist tað ikki at fáa enda á grindadrápinum, men kortini eydnaðist tað at bjarga nógvum hvalum við at reka teir til havs.
? Men hesuferð er eisini eitt danskt herskip undir Føroyum og tað ger støðuna eitt sindur óvissa, sigur Paul Watson.
Hann sigursambært ES viðtøkum, hevur danska stjórnin ikki loyvi at stuðla hvalaveiði av nøkrum slag.
? So fáa vit at síggja, hvussu leikur ferð og hvussu danska herskipið fer at fyrihalda sær.
?Og hesuferð skal endi fáast á grindadrápinum einafeð med alla og vit eru til reiðar at sigla í vanda og at vinna á allari mótstøðu, bæði frá føroyingum og frá danska flotanum, fyri at røkka endamálinum.
Fylgja væl við
Paul Watson sigur eisini, at øll heimsins eygu fara at fylgja við, tá ið hann kemur til Føroya í Summar.
Hann sigur, at eini 15 fjølmiðlafólk verða við á føroyaferðini hjá ?Ocean Warrior? og sostatt kann væntast, at tiltakið fer at fáa nógva umrøðu í alheims fjølmiðlunum.
Fara at boykotta
Oddamaðurin í Sea Shepherd sigur, at samstundis sum ?OceanWarrior? er í Føroyum, verður arbeitt fyri at fáa handlar og fyritøkur, sum keypa og selja fisk, at boykotta Føroyskar fiskavørur.
Hann sigur at Sea Shepherd er farið saman við fleiri aðrar umhvørvisfelagsskapir í einum samskipaðum tiltaki, sum skal hava til endamáls at fáa fyritøkur og handlar at boykotta føroyskan fisk.