Hvat er hent við merkinum PAU?
- Vit eru givnar við tí.
Hví eru tit givnar?
- Vit vildu arbeiða við tí fulla tíð, men tað vísti seg at vera ov striltið at liva av tí. Marknaðurin er ov lítil í Føroyum, og skalt tú uttanlands skulu minst tvær kollektiónir gerast árliga. Og tað høvdu vit ikki megi ella pening til.
Hugsaðu tit um aðrar útvegir áðrenn til góvust?
- Bæði Sirri og Guðrun og Guðrun senda síni pløgg uttanlands at seyma. Tað høvdu vit sjálvandi eisini kunna gjørt, men vit vóru slettis ikki áhugaðar í tí. Vit vildu gera okkara klæði sjálvar, og gera tey her í Føroyum.
Fáa tit nakrar reaktónir upp á, at tit eru givnar?
- Ja, nógv fólk halda at tað er keðiligt at klæðini ikki eru at fáa longri
Hvat gera tit nú?
- Dania gongur á pedagogskúla og seymar eitt sindur framvegis. Mest er tað inniskógvar til børn. Eg sjálv fekk barn í apríl og havi eina hugsunarpausu um, hvat eg skal fáast við framyvir
Hvat dámar tær føroysku sniðini, sum eru at fáa á marknaðinum ídag?
- Tað hondbundna hjá Guðrun og Guðrun er øgiliga lekkurt. Men samanumtikið haldi eg, at tað er ov lítil variatón í tí, sum verður gjørt.










