Í gjárkvøldið var stóra finalan í amerikonskum fótbólti, Super Bowl XLIX. Liðini í Super Bowl í ár vóru New England Patriots og Seattle Seahawks.
Dystarbyrjanin var jøvn og verjukend, men fram til hálvleiks lat dysturin seg meiri upp og liðini fingu tvey touchdowns í part. Hálvleiksstøðan var tískil 14-14.
Í seinna hálvleiki kom Seattle Seahawks betur frá byrjan og legði seg á odda 24-14. Júst sum Seahawks-verjan sá út til at hava fingið fult tamarhald á Patriots, so uppaðu Tom Brady og teir seg og við tveimum touchdowns komu teir á odda 28-24.
Seahawks fekk tó eitt seinasta álop og heilt frammi á 1-yard linjuni vóru líkindini sera góð fyri einum sigri, men tá hendi tað merkisverda, at Russell Wilson tveitti eitt interception og Patriots kundi lata tíðina fara og harvið vinna Super Bowl XLIX 28-24.
Hetta er fjórðu ferð, at Tom Brady vinnur Super Bowl – øll við New England Patriots, har hann altíð hevur spælt. Hann varð eisini kosin MVP, sum teir nevna tað, ið svarar til at vera dagsins leikari.