Patriots og Giants í Super Bowl

NFL: Eftir tveir sera tættar og rokmiklar dystir náttina til mándagin, gjørdist greitt, hvørji tvey lið skulu manna Super Bowl, sum er stóra finalan í amerikonskum fótbólti. Tað verða nevniliga tey bæði New England Patriots og New York Giants.

Pætur Albinus

AFC- og NFC-finalurnar, sum geva atgongd til Super Bowl, vórðu spældar í gjárkvøldið og í nátt. Sermerkt fyri báðar finalurnar var, at tær vóru tættar, rokmiklar, avgjørdar í síðstu løtu og høvdu hvør sín syndara.

Cundiff stórkiksaði
Í AFC-finaluni hittust Baltimore Ravens og New England Patriots. Ravens var væl við allan dystin og hevði møguleikan at avgera í seinastu minuttunum, men heldur var tað Patriots, ið svaraði aftur og gjørdi tað til 23-20 stutt fyri leiklok. Ravens hevði tá ið fá sekund vóru eftir ein gyltan møguleika at javna og senda dystin í yvirtíð, men Billy Cundiff sparkaði eitt annars lætt 32 yards field goal við síðuna av. Hann gjørdist stóri syndarin og Patriots sleppur í Super Bowl umvegis AFC-finaluna.

Giants vann
Í NFC-finaluni tók stóra yvirraskilsið í ár, San Fransisco 49'ers, ímóti New York Giants, sum eftir spaka byrjan í ár veruliga hevur víst styrki í play-offs. Hóast líkindini ikki vóru til vildar og nógv regn sílaði niður á Candlestick Park, so var undirhald fyri allar pengarnar. Giants var á odda 10-7 í hálvleikinum og somuleiðis á odda 17-14 stutt fyri leiklok, áðrenn 49'ers svaraðu aftur við einum field goal og sendu dystin í yvirtíð.
Her leikaði leingi javnt á, men so - fyri aðru ferð í dystinum - megnaði Kyle Williams hjá 49'ers at gera eitt stórt mistak, hesaferð eitt fumble, sum Giants gagnnýtti til fulnar; sparkaðu eitt dystarvinnandi field goal og harvið sluppu í Super Bowl.

Eli ella Peyton?
Quarterback hjá New York Giants, Eli Manning, er úr einari sannari NFL-familju. Pápin, Archie Manning, spældi nógv ár í NFL, meðan stóribróður Peyton Manning er ein sonn stjørna – eisini sum quarterback – í Indianapolis Colts. Peyton gongur undir at vera millum aldarinnar bestu quarterbacks, men hevur hann bara vunnið eina Super Bowl, meðan lítlibróður Eli, sum altíð hevur staðið í skugganum av Peyton, nú hevur møguleikan at vinna sína seinnu.
Hetta er ein andsøgn í mun til allar tær útnevningar og rós, sum Peyton fær, og kann kjakið nú gerast – um ikki umvent – heilt øðrvísi í mun til tað, sum tað hevur verið.

Stórt tiltak
Super Bowl 46 ímillum New England Patriots og New York Giants verður leikt 5. februar á Lucas Oil Stadium í Indianapolis. Hetta er ein endurtøka av Super Bowl í 2008, tá ið Giants vann 17-14.
Super Bowl er eitt risa stórt ítróttartiltak í Amerika, og kann sum dømi nevnast, at sjónvarpsrásin NBC, sum vísir dystin beinleiðis, hevur sett eitt prísskelti upp á 20,1 mió. kr. fyri sjónvarpslýsingar undir dystinum, sum eru 30 sekund til longdar. Øll hesi lýsingaplássini eru longu langtsíðani útseld.

albinus@sosialurin.fo