Patrik: Vit tóku hetta sum einhvønn annan dyst (FM1)

(FM1) Hoyr Patrik Johannesen, ið skoraði rættiliga avgerandi 2-0 málið seta orð á fantastiska Europa League sigurin

##med2##

- Fyri okkum var hetta sum ein annar dystur. Vit hugsaðu ikki um, at hetta var lið úr felag við stórari siðvenju, og tað gekk jú framúr væl. Orðini eigur Patrik Johannesen, ið skoraði rættiliga avgerandi 2-0 málið, tá KÍ vann stórsigur 6-1 á Dinamo Tblisi, og nú skal spæla Europa League Play Off dyst um at vinna seg í Europa League bólkaspælið.

- Nú hugsa vit um dystin ímóti AB, og so fara vit at fyrireika okkum til avbjóðingina í Europa næsta hóskvøld, sigur Patrik Johannesen.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Patrik Johannesen. 

(KÍ víðari til Europa League Play Off: Patrik Johannesen)