Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík halda fast í góðu gongdini í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Í kvøld vann Keflavík 3-0 á Vali á útivølli.
Patrik bleiv feldur í brotsteiginum hjá Vali tá 29 minuttir vóru leiktir, og hann setti sjálvur brotssparkið trygt í netið til 1-0. Talan er um sætta málið hjá Patriki í 11 dystum.
Adam Pállson økti til 2-0 tá 75 minuttir vóru leiktir. Móti dystarenda økti Rúnar Sigurgeirsson til 3-0.
Sambært Morgunblaðnum hevði Patrik fleiri aðrar málmøguleikar.
Keflavík er nummar seks í deildini við 17 stigum.
Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið tapti 0-1 fyri Fram á útivølli. Sigursmálið kom tíðliga í seinna hálvleiki.
FH liggur triðaftast av teimum 12 liðunum við 10 stigum. Tvey stig eru niður til niðurflytingarstrikuna, har Akranes hevur átta stig.