Patrik og Keflavík vinna niðara endaspælið

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Akranes flytur niður í næstbestu deildina

Seinnapartin vann liðið hjá Patriki Johannesen, Keflavík størsta sigurin hetta kappingarárið, tá teir vunnu 7-1 á Leiknum í Reykjavík. Í steðginum var Keflavík á odda 3-0.

 

Patrik var ikki millum málskjúttarnar hjá Keflavík í dag, men hann legði upp til tað sætta málið hjá Keflavík í dag. 

 

Sigurin merkir, at Keflavík vinnur niðara endaspælið hóast ein dystur er eftir at leika. Keflavík hevur 34 stig og er fimm stig frammanfyri ÍBV undan seinasta leikumfarinum. 

 

Leiknir  1 - 7 Keflavík

 

 0-1 Joey Gibbs ('34)

 

 0-2 Adam Ægir Pálsson ('36)

 

 0-3 Adam Ægir Pálsson ('41)

 

 1-3 Róbert Hauksson ('53)

 

 1-4 Kian Williams ('71)

 

 1-5 Sindri Snær Magnússon ('77)

 

 1-6 Dagur Ingi Valsson ('82)

 

 1-7 Dagur Ingi Valsson ('84)

 

Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin fyri Akranes tá 51 minuttir vóru farnir av heimadystinum móti ÍBV. Tá var ÍBV á odda 2-0. Tað eydnaðist Akranesi at vinna dystin 3-2. Sigursmálið skoraði Hlynur Sævar Jónsson í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Sigurin er tíverri ikki nóg mikið til at bjarga Akranesi. Akranes hevur 22 stig á næstaftasta plássinum, og hevur trý stig upp til FH. FH hevur ein málmun, ið er 22 mál betur enn tann hjá Akranesi, og tað megna Kaj Leo og liðfelagarnir ikki at taka aftur í seinasta dystinum komandi leygardag.

 

Akranes 3 - 2 ÍBV

 

 0-1 Felix Örn Friðriksson ('4)

 

 0-2 Breki Ómarsson ('50)

 

 1-2 Viktor Jónsson ('72)

 

 2-2 Ármann Ingi Finnbogason ('74)

 

 3-2 Hlynur Sævar Jónsson ('90)

 

Komandi leygardag tekur FH móti júst Akranesi á heimavølli. Sama dag hevur Keflavík heimadyst móti Fram.