Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík taptu í kvøld triðja dystin á rað í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Keflavík var á vitjan hjá verandi meistarunum, Víkingi Reykjavík sum vunnu stórsigur 4-1 á Keflavík. Longu í steðginum var Víkingur á odda 4-0.
Víkingur Reykjavík 4 - 1 Keflavík
1-0 Kristall Máni Ingason ('11)
2-0 Nikolaj Hansen ('25)
3-0 Birnir Snær Ingason ('39)
4-0 Júlíus Magnússon ('45)
4-1 Adam Árni Róbertsson ('92)
Sambært Morgunblaðnum hevði Patrik Johannesen tveir góðar málmøguleikar til at minka um munin fyri Keflavík, men hann tók ikki av málmøguleikunum. Patrik var skiftur út tá 78 minuttir vóru farnir av dystinum. Patrik var ein av fimm spælarum hjá Keflavík sum fekk gult kort í kvøld.
Fótbóltsekspertarnir hjá Vísir og Støð 2 hava spátt Keflavík at vera annað liðið sum flytur niður. Gongdin higartil, trý tap av trimum møguligum mótprógvar ikki tí spádóminum, men enn eru 19 umfør eftir at leika.
Komandi sunnudag leikar Keflavík á útivølli móti KA á Akureyri.