Patrik er nú fastur maður

Føroyska liðið hevur fyrstu 20 minuttirnar staðið seg ógvuliga væl á útivølli ímóti Danmark

Klokkan 16 var fyrsta bríksl í manntómu Jysk Arena í Herning, har Føroyar í løtuni spæla landsdyst ímóti Danmark, sum er nummar 16 á FIFA styrkislistanum.

Føroyska liðið hevur fyrstu 20 minuttirnar staðið seg rættiliga væl. Verjuspælið er sera væl skipað, tað hongur væl saman millum keturnar, og føroyingarnir hava fleiri ferðir verið í álopi.

Merkisvert er tað, at føroyska liðið er í 4-4-2 útgávu, og at Patrik Johannesen og Andreas Lava Olsen eru í tveimum teimum fremstu ódnunum.

Patrik Johannesen var ikki á listanum, tá ið nýggi venjarin, Håkan Ericson, fyrstu ferð valdi spælarar.

Tá ið aðrir góvu avboð, vóru boð send eftir Patrik Johannesen, sum hevur verið eyðsýndur á KÍ liðnum og ikki minst í Europa League dystinum á útivølli ímóti Young Boys í Sveis.

Patrik Johannesen hevur av álvara spælt seg í hitan og tykist nú at verða roknaður sum ein av teimum, ið landsliðsvenjarin av álvara roknar við.

Í 22. minutti eydnaðist tað Danmark eftir horna úr vinstru og eftir eitt sindur av aftur og fram at skora til 1-0.