Tá ið læknarnir herfyri staðfestu, at ?Dirty Dancing?-stjørnan Patrick Swayze hevði krabbamein, søgdu tey hann ikki at hava nógvar vikur eftir at liva í. Men nú sær út til, at heilsustøða hansara er batnað munandi. Eftir at hava fingið kemo tríggjar ferðir, hevur hann ongi hjáárin.
Sambært keldunum hjá Patrick Swayze hevur stjørnan higartil bert fingið kemo ? og við ongum hjáárinum.
- Vit gera alt, sum vit kunnu og eftir umstøðunum hevur Patrick tað gott, sigur Annett Wolf við FemaleFirst.
Í løtuni roynir Swayze at koma seg aftur eftir seinastu viðgerðina á ranchi sínum í New Mexico saman við konuni Lisa Niemi.










