Patrice Evra skiftir til Italia

Vinstri bakkurin, sum seinastu mongu árini hevur spælt við Manchester United, skiftir nú til Italia.

Patrica Evra, sum í mong ár hevur leikt sum vinstri bakkur hjá Manchester United og Fraklandi skiftir nú til Italia, har hann skal leika fyri meistarafelagnum, Juventus.

 

Tað boðar italienska stórfelagið frá í dag. Juventus boðar frá, at felagið hevur keypt vinstra bakkin frá Manchester United fyri 11 milliónir krónur og at sáttmálin millum Patrica Evra og Juventus er galdandi í 2 ár fram.

 

Patrica Evra spældi 273 dystir fyri Manchester United.