Passiv royking drepur

Tíðindaskriv

Passiv ella óvirkin royking er eisini ein vandi fyri fólkaheilsuna, sigur Fyribyrg-ingarráðið, sum skip-ar fyri tiltaki í SMS um vandan við royking



31. mai er altjóða tubbaksfríi dagurin, hesin er ásettur fyri at vísa á vandarnar, ið standast av royking.
? Í Føroyum hava vit í ár valt at vísa á passiva ella óvirknaða royking í tiltøkunum í samband við roykfría dagin, sigur Fyribyrgingarráðið.
Tiltøk verða á torginum í SMS fríggjadagin 27. og leygardagin hin 28. mai.
Nýggja lógin um tiløk at minka um tubbaksnýtsluna varð kunngjørd hin 17. mai, henda lóg skal millum annað tryggja øllum rættin til eitt roykfrítt umhvørvi.
Tann, ið roykir, er í fyrstu syftu til vanda fyri seg sjálvan, men dálkar luftina rundan um seg, og er tí til ampa fyri hini ið inni eru. Harafturat hongur tubbaksroykurin í klæðunum, so, um hann/hon fer útum at roykja, so dregur hann/hon nakað av tubaksluftini inn aftur við sær.
? Passiv ella óvirkin royking rakar okkum øll, um vit eru saman við roykjarum, serliga verða børn og fólk, ið hava astma ella aðrar lungnasjúkur umframt sjúkur í hjarta og æðralagnum útsett. Í Danmark verður mett, at óvirkin royking er orsøkin til at 20.000 børn verða innløgd á sjúkrahús, og at eini 150 fólk árliga doyggja av óvirknari royking.
Ávíst er, at har mamman roykir meðan hon gongur við barni, er burðarvektin í meðal lægri enn hjá øðrum børnum, eisini er óvirkin at telja millum orsøkirnar til vøggudeyðan. Harumframt verða børn, sum í umhvørvinum verða ávirkað av tubbaksroyki í dupult so stórum vanda fyri at fáa astmatiskt bronkitis, samanborið við tey børnini ið ikki anda tubbaksroyk.

Roykfrítt tiltak í SMS

Tiltakið á torginum í SMS byrjar í dag, fríggjadagin hin 27. mai kl. 13, og heldur fram til umleið kl. 18.
Leygardagin hin 28. byrjar tað kl. 10 og heldur fram inntil umleið kl. 14. Har hava ymisk feløg, so sum Hjartafelagið, Astma- allergifelagið, Føroya Felag ímóti Krabbameini, Apotekið og Fyribyrgingarráðið. Har verður útvegað tilfar, samstundis sum møguleiki verður at taka blóðtrýst og annað.
Ein teknikapping fyri børn hevur verið, og eru innkomnar umleið 1300 tekningar, hesar verða at síggja. Eisini hevur ein spurnarkapping fyri vaksin staðið í bløðunum, og eru nógv svar innkomin. Høvi verður hjá teimum, ið ikki hava svarað í bøðunum at gera tað á torginum, har spurnarbløðini eisini verða at fáa.
Leygardagin 28. mai kl. 13 kemur Hans Pauli Strøm á torgið, har han handar virðislønirnar til tey, ið hava vunnið teknikappingina, og dregur vinnararnar til spurnarkappingina.