Pascual er heimsins besti spælari

HM-Flogbóltur: Í flogbóltskappingini, sum júst hevur verið í Japan hava teir valt besta spælara. Hesaferð var tað ein spanióli, sum fekk heiðurin fyri sítt framúr góða álopsspæl. Rafael Pascual fekk 150.000 $ fyri heiðurin sum heimsins besti spælari og tann spælarin sum fekk flest stig

At tað eru nógvir pengar í ítrótti er eingin søga sum so, men tað er nakað nýtt í flogbóltshøpi. Tá fyrireikararnir fóru í holt við fyrireikingarnar til júst lidnu HM-kappingina var gjørt av, at gera innanhýsis kappingar fyri at finna heimsins besta spælara, heimsins besta hevara osv.

Og tað hava teir so eisini gjørt. Hjá flogbóltsáhugaðum hevur borið til at síggja hvør hevur ligið fremstur í teimum ymsu kappingunum og nú kappingin er at enda komin eru sjey spælarar vorðnir nógvar pengar ríkari enn teir vóru undan kappingini.


Spaniumaður er heimsins besti

Tað er sjálvandi at FIVB roynir at finna heimsins besta spælara. Og hesaferð var hann úr Spania. Hann eitur Rafael Pascual og orsøkin til at hann gjørdist heimsins besti spælari var, at hann var tann leikari, sum vann nógv teir flestu bóltarnar.

Pascual vann ikki færri enn 177 bóltar í teimum 12 dystunum hann leikti við í. Hetta gevur eitt miðaltal upp á 14,75 og tað vil siga, at Pascaul vann næstan eitt sett einsamallur í hvørjum dysti spaniumenn leiktu. Sig so tað.

Næsti maður á listanum var jugoslavi, men hann var 67 stig aftanfyri Pascual.

At Pascual er ein framúrskarandi flogbóltsleikari sæst á hvussu hann hevur vunnið bóltarnar. Hann vann 122 bóltar í álopinum, 35 bóltar í blokaduni og 20 bóltar í servini.

Fyri heiðurin sum mest skorandi leikari og heimsins besti leikari vann Pascual 150.000 $.


Eingin italiumaður bestur

Hóast tað vóru italiumenn, sum vunnu kappingina, so var eingin teirra millum heimsins bestu spælarar. Kappingina sum heimsins besti smashari vann argentinarin Marcos Milinkovic. Hann var bert 0,01 stig frammanfyri hálendaran Guido Gortzen.

Heimsins besti blokaduspælari er úr Brasilia. Hann eitur Gustavo Endres.

Heimsins besti servari er úr Jugoslavia og eitur Goren Vujivic.

Heimsins besti uppsamlari er úr USA og eitur Erik Sullivan.

Teir seinastu báðir heimsins bestu eru báðir úr Kuba. Talan er um besta hevara og besta móttøkuspælara. Heimsins besti hevari eitur Raul Diago og heimsins besti móttøkuspælari eitur Rodolfo Sanchez.

Fyri at verða besti leikari í hvørjum bólki fingu leikararnir 50.000 $ í part.

FIVB hevur eisini gjørt av hvør var besti venjari, hvør var tann mest »hugskotsríki« venjarin og hvat av liðunum hevði vakrastu búnarnar.

Tað var næstan ein sjálvfylgja, at tað var italski venjarin, sum var valdur heimsins besti.

Fráfarandi brasilski landsliðsvenjarin hjá Italia, Bebeto de Freitas, varð kosin heimsins besti venjari og tað skal nokk hjálpa honum til at fáa eitt nýtt starv ?

Spanski venjarin Vincenzo di Pinto var valdur at vera mest kreativi venjarin í hesari HM-kappingini og tað var enn einaferð Kuba, sum hevði vakrastu búnarnar. Teir høvdu sama heiður í kvinnudeildini.