Partrolarar kundu fingið meira

Í dag liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men teir fara út aftur, tá veðrið batnar.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betri, enn hann er í løtuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og koma helst inn at landa síðst í næstu viku. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju.

 

Í dag liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men teir fara út aftur, tá veðrið batnar. 

 

Lagt verður aftrat, at trý garnaskip eru til fiskiskap og koma helst inn at landa síðst í næstu viku. Garnaskipini hava í løtuni brúkiligan fiskiskap.