Partrolarar framvegis brúkiligan fiskiskap

Tveir trolbátar eru í løtuni til fiskiskap. Teir landa helst fyrst í næstu viku, tí landleiðin steingir aftur mánakvøldið.

 

Seks partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni. Øll fiska upsa og hava brúkiligan fiskiskap. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

- Í løtuni er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir fiska kongafisk og koma helst inn at landa síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Lagt verður aftrat, at tveir trolbátar eru til fiskiskap á landleiðini. Teir fáa mest av toski, tungu, reyðsprøku, havtasku og nakað av hýsu og upsa.

- Trolbátarnir koma helst inn at landa fyrst í vikuni, tí landleiðin steingir aftur mánakvøldið.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva. Bæði skipini koma inn at landa síðst í næstu viku. 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og kemur helst inn at landa síðst í næstu viku. Fiskiskapurin hjá skipunum, sum fiska svartkalva, er smáligur, verður lagt aftrat.