Partarnir hava flutt seg

Tað eru tólv dagar síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum slitnaðu, og líka síðan hevur verið torført at hóma nakra semju millum stríðandi partarnar.


Tað broyttist tó í kvøld, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar løgdu út eitt skriv á heimasíðuni, har tey boðaðu frá, at tey hava útsett ætlaða verkfallið á B6, ið skuldi byrja í morgin, tí partarnir hava avgjørt at fara aftur til samráðingarborðið í morgin.


Tá Miðlahúsið tosaði við Terje Sigurðsson, semingsmann, í morgun, segði hann, at partarnir nærkaðist hvørjum øðrum við smáum fetum. Tað hevur ikki eydnast at fingið fatur á honum síðan tíðindini bórust um at samráðingarnar verða tiknar uppaftur.


Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, upplýsir tó, at samband hevur verið millum partarnar í dag.


- Semingsmaðurin hevur gingið millum partarnar og seinnapartin í dag hava partarnir sitið saman, og blivin samd um, at vit fara undir eina semingsroynd í morgin, sigur Jan Mortensen, og játtar at partarnir hava flutt seg eitt sindur.


- Um ongin flyting var frá báðum síðum, so hevði man ikki komið saman, sigur Jan Mortensen, ið tó sigur, at tað er vónleyst at meta um hvat úrslitið verður av fundinum í morgin.