Partafelag fortreyt fyri haldgóðari menning

Á telefonverkinum hava tey í eina tíð viðgjørt broytt umstøðurnar, nú liberalisering og tøknifrøðilig menning hevur gjørt so nógv um seg á teleøkinum.

Tí var ein bólkur settur at gera eina frágreiðing til Føroya Landsstýri um, hvussu TFL eigur at verða skipað í framtíðini.

Í arbeiðsbólkinum hava sitið: Andras Róin, telefonverksstjóri, vegna leiðsluna á TFL, Una Joensen, vegna leiðsluna á TFL, Janus Djurhuus, felagsálitismaður, vegna starvsfólk á TFL, Jógvan Thomsen, varaálitismaður, vegna starvsfólk á TFL, Jákup Danielsen, formaður í Starvsmannafelagnum og Súni Schwartz Jacobsen, statsaut. revisor, KPMG.

Arebiðsbólkurin hevur viðgjørt ymsar bygnaðarmøguleikar, eitt nú núverandi bygnað, ein »nýmótans« almennan stovn, almennan stovn við egnari nevnd, vinnurekandi grunn og partafelag.

Bólkurin sigur í niðurstøðuni, at nýggja fjarskiftislógin gevur møguelikar fyri liberaliseringum og harvið øktari kapping mótvegis TFL.

Rákið á fjarskiftisøkinum er ógvusligt, og bæði TFL og føroyska samfelagið kunnu skjótt gerast eftirbátar, um ikki rætt verður borið at. Fyri at standa seg í framtíðar fjarskiftisumhørvinum er tað tí alneyðugt, at TFL fær teir neyðugu karmarnar at virka undir, soleiðis at m. a. avgerðir kunnu takast við tí skjótleika og frælsi, sum er neyðugt.

Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt fortreytirnar fyri einum kappingarførum TFL. Herundir eru viðgjørdir ymiskir bygnaðarmøguleikar fyri at lýsa leiðsluviðurskifti og avgerðarfrælsi.

Til tess at kunna veita viðskiftafólkunum tær tænastur, sum hoyra til í einum nýmótans samfelag, at kunna tryggja eitt nøktandi fjarskiftiskervi um allar Føroyar og at kunna leggja lunnar undir eitt neyvari samstarv við aðrar fyritøkur á fjarskiftisøkinum, er alneyðugt at fylgja rákinum í øðrum londum og at virka fyri, at eisini TFL verður umskipað til partafelag skjótast gjørligt.

Arbeiðsbólkurin er samdur um, at starvsfólkaviðurskiftini undir ongum umstøðum eiga at versna, eftir at TFL er umskipað til eitt partafelag.

Bólkurin heldur, at ein umskipan til partafelag ikki er ein trupul uppgáva, hóast arbeiðs- og tíðarkrevjandi. Arbeiðsbólkurin metir tað vera eina fortreyt fyri haldgóðari menning av fjarskiftisøkinum í Føroyum, at telefonverkið er eitt virkandi partafelag longu 1. januar 1998, og fyri at hetta skal eydnast krevst, at politiskt loyvi verður givið til ein umskipan, og heitir arbeiðsbólkurin á Føroya Landsstýri um at eftirlíka hesum.

Málið er nú lagt fyri tingið til viðgerðar.