Elektron brúkti skeivt skattaprosent, tá stovnurin sendi feløgum partafelagsuppgerð fyri 2007 Elektron biður í dag partafeløg um umbering fyri, at partafelagsuppgerðirnar, sum tey hava fingið fyri 2007, og sum eru dagfestar 28. septembur, eru skeivar.
Orsøkin til skeivleikan er, at uppgerðirnar eru útroknaðar við skeivum skattaprosenti, sigur Elektron. Felagini fáa ta røttu uppgerðina í hesari vikuni.
Elektron ásannar, at stovnurin gjørdi mistakið, hóast TAKS hevði víst á tað.