Partaeigari: Landsstýrið ger skaða á Atlantsflog

Stórsti, privati partaeigarin í Atlantsflog er ónøgdur við fleiri viðurskifti í felagnum og krevur fund við nevnd og leiðslu

Adrian Noskwith, sum við 5,7 prosentum av partabrøvunum er stórsti privati partaeigari í Atlantsflog, hevur lítið álit á tí, sum fyriferst kring føroyska flogfelagið í løtuni.

 

Í brævi til Niels Mortensen, nevndarformann í Atlantsflog, og Johan Dahl, landsstýrismannin í vinnumálum, sum umboðar tveir triðingar av partapeninginum í felagnum, finst Adrian Noskwith hvassliga at gongdini.

 

Seinasti dropin er avgerðin um at Atlantsflog skal ikki longur hava um hendi tollfríu søluna í Vágum. Noskwith undrast á avgerðina, tá tað nú er landsstýrið, sum bæði stýrir Atlantsflog og Vága Floghavn.

 

- Hetta vil alt annað hava við sær, at Atlantsflog noyðist at hækka ferðaseðlaprísirnar, sigur Adrian Noskwith, sum í sama viðfangi undrast á avgerðina, tá landsstýrismaðurin við ábyrgd av flogfelagnum alment hevur eftirlýst lægri ferðaseðlaprísir.

 

Í brævinum leggur Noskwith landsstýrið undir at røkja egin áhugamál, heldur enn áhugamálini hjá ferðafólki og minnilutaeigarunum. 

 

Men avgerðin um tollfríu søluna er sum nevnt bara dropin. Tí eisini knappliga stjóraskiftið í Atlantsflog í november, tá Magni Arge varð koyrdur frá uttan nakra frágreiðing, hevur fest seg hjá Adrian Noskwith.

 

Noskwith vísir á, at Magni Arge hevur kunna víst á yvirskot í felagnum í 17 av teimum 18 árunum, hann hevur verið stjóri. Og enn er eingin haldgóð frágreiðing komin um, hví hann knappliga skuldi úr stjórastólinum.

 

Adrian Noskwith vil hava ein fund í lag við nevnd og leiðslu í Atlantsflog fyri at umrøða fleiri viðurskifti, sum sambært størsta, privata partaeigaranum krevja eina frágreiðing.

 

Noskwith vil tosa um tollfríu søluna og um knappliga stjóraskiftið í felagnum. Eisini vil hava eina frágreiðing um nýggju strategiina fyri Atlantsflog, sum varð fráboðað og brúkt sum grundgeving í samband við stjóraskiftið í felagnum í november. Og sum tað fjórða vil Noskwith tosa um, hvussu nevndin í framtíðini ætlar sær at fara við smærru partaeigarunum í felagnum.

 

Í brævinum, stílað Niels Mortensen og Johan Dahl, sigur Adrian Noskwith seg vera tøkan at koma á fund, fleiri ymiskar dagar í januar.