Longu klokkan 8.30 føroyska tíð stóð tað greitt: Eisini danski partabrævamarknaðurin má gera seg út til ein ófriðarligan dag. C20-indeksið hevur verið fýra prosent skeivu megin, men er nú komið upp aftur á minus trý.
C20 hevur ikki verið so lágt síðani ársskiftið 2009/2010. Tað var eftir klimaráðstevnuna COP 15 í Keypmanahavn.
Harvið heldur negativa gongdin fram. Hósdagin lat marknaðurin aftur við einum falli á 4,7%. Fallið var ein avleiðing av nýggjum ótryggleika um europeisku bankarnar, og nýggjum ótta fyri búskaparligu støðuni í USA.
Gongdin heldur fram í dag, har hon slepti í gjár við negativum tendensi. Hóast amerikansku partabrøvini vunnu eitt sindur av tí mista aftur gjøgnum kvøldið, so endaðu tey langt niðri, og í Asia eru tølini eisini reyð, so ótryggleikin á marknaðinum er stórur, sigur høvuðsráðgevi, Claus Paaske Larsen frá Nordea.
Í reytt
Øll feløgini í C20 mugu staðfesta eitt fall í kursunum.
• William Demant staðfestir eitt fall á heili 9,2%
• Vestas eitt fall á meiri enn 5%
• FLSmidth minus 5%
• Mærsk minus 4%
Restin av Europa stendur eisini fyri falli. S&P Europe fellur við umleið 3 prosentum, meðan DAX lækkar við 2,9%. Franska CAC stedur i minus 1,66%.
Harvið hevur negativa rákið í Asia breitt seg til Europa. Japanska Nikkei-indeksið liggur í løtuni til at falla umleið 2,5%, meðan S&P Asia fellur 3,9%, skrivar epn.dk í morgun.