Partabrøvini í Føroya Banka meiri verd enn Eik-partabrøvini

Á børsinum í Keypmannahavn fór virðið á partabrøvum í Føroya Banka upp um virðið á partabrøvum í Eik Banka fyrrapartin Fyri fyrstu ferð, síðan føroysku bankarnir fóru á børsin, hevur partabrævið hjá Føroya Banka yvirhálað Eik partabrævið á keypsskálanum í Keypmannahavn.

Eitt skifti fyrrapartin vóru partabrøvini hjá Eik handlað fyri kurs 163,5, og um somu tíð vórðu partabrøvini í Føroya Banka handlað fyri kurs 171. Á marknaðinum í Reykjavík hækkaði Føroya Banki eisini fyrrapartin.

Orsøkin til broytingina sigst vera, at Eik Banki er meiri ávirkaður av viðurskiftunum aðrastaðni enn Føroya Banki, tí hann hevur meiri virksemi uttanlands.