Partabrævagreinari hækkar kursmálið fyri Atlantic Petroleum

Gudme Raaschou Bank hevur í kjalarvørrinum á oljufundinum hjá Atlantic Petroleum í Blackbird-økinum í farnu viku gjørt eina greining av partabrævinum hjá felagnum, sum hækkar partabrævið úr 1950 til 2200 kr. skrivar heimasíðan hjá Føroya Banka.

Gudme Raaschou Bank økir sambart heimasíðuni hjá Føroya Banka virðismeting sína við 250 kr. úr 1950 kr. fyri partabrævið upp í 2200 kr.

Íløgudeildin hjá Føroya Banka staðfestir, at partabrævagreinarin hjá Gudme Raaschou Bank, Stig Nymann, áður hevur rakt væl í síni virðismeting av Atlantic Petroleum. Stig Nymann setti á sumri 2007 kursmálið á partabrævinum hjá Atlantic Petroleum til 1600. Tá var kursurin umleið 1300. Út á heystið hækkaði virðið á partabrævinum upp í umleið 1600.

Stig Nymann grundgevur fyri síni virðishækking hesaferð við, at Blackbird-økið er virðismett til 400 mió. kr, og at Gudme Raaschou Bank áður einans hevur innroknað 25 prosent av hesum virðinum í sína virðismeting av Atlantic Petroleum. Eisini vísir greinarin hjá Gudme Raaschou Bank á, at fleiri aðrar verkætlanir hjá Atlantic Petroleum eru ávegis í heyst.