Parkeringsvørðar fingið nýggja útgerð

Teir báðir parkeringsvørðarnir í Havn hava fingið nýggja útgerð, sum ger tað nógv lættari hjá teimum at skriva út bøtur. Útgerðin er royndarkoyrd síðstu vikurnar við góðum úrsliti, og tey bæði eru væl nøgd við útgerðina.

Talan er um skipanina Ticket-Man, ið er ein skipan, har parkeringsvørðarnir nýta eitt elektroniskt tól, tá ið tey skriva bøtur. Tá ið parkeringsvørðarnir leggja til merkis ein bil, ið stendur ólógligani parkeraður, verða upplýsingarnar trýstar inn á tólið. Tá ið hetta er gjørt, skrivar tólið út ein lepa, ið verður festur á sjálva bótina. Á lepanum eru allar tær neyðugu upplýsingarnar viðvíkjandi ólógligu parkeringini.

Beinleiðis inn á telduskipan
Eftir loknan arbeiðsdag fara parkeringsvørðarnir aftur á politistøðina, har tey halda til. Har verða tólini sett til teldu, ið síðani tekur dagsins upplýsingar inn av tólinum, og soleiðis verða allar bøturnar koyrdar beinleiðis inn á eina telduskipan.
Parkeringsvørðarnir báðir lata væl at nýggju skipanini, og tey siga, at tað er nógv lættari at arbeiða við nýggju útgerðini.
Samstundis sum parkerinsvørðarnir hava tikið nýggju útgerðina í nýtslu, hava tey eisini fingið nýggjar búnar. Sum nevnt aðrastaðnis á síðuni, so er ætlanin, at tey bæði skulu koma longur út um býin, og hetta fer ivaleyst at hava við sær, at ein parkeringsvørður verður settur afturat, váttar Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Tað kann væntast, at vit fara at seta eitt fólk afturat, tí tað verður ivaleyst tørvur á tí. Men sjálvsagt skal politiskur vilji fáast fyri hesum, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur afturat, at tað er heldur ikki óhugsandi, at flutningstól verða keypt, ið skulu gera parkeringsvørðarnar meiri "mobilar", sum borgarstjórin málber seg.