Parkeringspláss ella grønt øki

   

Nú sær tað út til at aftur eitt grønt øki her í Havn skal leggjast undir asfalt og betong.
Nú er so túrurin komin til tann vakra, sermerkta bøin við teimum stóru steinunm, fram við Jóannes Paturssonargøtu, millum Tróndargøtu og Dalavegin. Har skal gerast eitt parkeringspláss, eitt grønt parkeringspláss, verður sagt, hvat tað so er fyri nakað! Eg trúði tí ikki rættiliga, tá eg hoyrdi tað, men tað er tíverri so, at hetta vakra økið, har ein spældi sum smádrongur, nú skal oyðileggjast og gerast til parkeringspláss. Har fara so bilar at standa millum kl. 9-16, og so verður tómt og oyðið, so var betur at fríðka um, planta trø og runnar, gjørt gøtur, sett upp beinkir o.a., so høvdu vit havt ein vakran blett mitt í býnum, til gleði fyri øll.
Men nei, bilarnir skulu hava fyrsta rætt, eg havi so aldri sæð eitt vakurt parkeringspláss.
Hetta uppskot varð einmælt samtykt í býráðnum, so har var ongin, sum mótmælti hetta slag av, ja, eg vil kalla tað eitt slag av vandalismu, ikki eingang mín góði vinur Tórfinn Smith, sum eins og eg hevur nógv góð minin frá hesum økinum.
Hví skal alt oyðileggjast, hví kann ikki okkur vakurt verða at hyggja at og gleðast um, nei, eg spyrji bara!
Nú má eingin misskilja meg, sjálvandi skulu fólk hava eitt pláss at sleppa av við bilin, tað er ikki tað, men tað má bera til at gera slíkt við skili, men hetta haldi eg er skilaleyst.
Tosaði við borgarstjóran og spurdi hann, hví hetta økið ikki kundi fáa frið. Vit mugu hava parkeringspláss, var svarið. Eg sigi so, hvat við at gera eina hædd oman á Skálatrøð, so hevði verið nóg mikið av parkeringsplássum, tí Skálatrøð er jú oyðiløgd fyri nógvum árum síðani, men tað svaraði hann ikki uppá.
Nú er helst akað seint at mótmæla, men eg helt eg mátti gera vart við sovorðnan ørskap.
So góðu borgarar í Havn, hyggið væl at hasum økinum, tá tit fara framvið, antin í bili ella til gongu, tí tað verður ikki leingi afturat.