Parkeringsloyvini fangað í valstríði

Havnarborgarar við bústaði í miðbýnum, ið høvdu vónað at fingið eitt parkeringsloyvi frá kommununi, mugu brynja seg við toli. Málið, ið var fyri á býráðsfundi í síðstu viku, tykist nevniliga at vera vorðin partur av valstríðnum til komandi býráðsval.


Á býráðsfundinum 12. september skuldi býráðslimir taka støðu til, um man ynskti at fara í holt við verkætlanini. Tað hendi í kjalarvørrinum av einum borgarafundi, har havnarborgarar fingu høvið at siga sína hugsan um málið.


Á fundinum varð eitt ynski ført fram, at kommunan víðkaði um parkerinssonuna, soleiðis at borgarar í Rabarbukvarterinum, Tinghúsvegnum og Pisuvarða eisini fingu parkeringsloyvir. Júst hetta ynski er nú orsøkin til, at málið ikki er endaliga avgreitt.


Elin Lindenskov, forkvinna í Teknisku nevnd, upplýsir fyri in.fo, at allir býráðslimir tóku undir við eini slíkari broyting, men at umsitingini hjá kommununi mælti til, at man helt seg til upprunaliga uppskotið í fyrsti atløgu.


- Tað var eitt ynski frá umsitingini, tí tey mettu, at tey ikki høvdu arbeiðsorkuna til nýggja uppskoti. Í staðin mæltu tey til, at man fyrst setti upprunaliga verkætlanini í gongd, og so kundi man víðka um hana seinni, sigur forkvinnan í Teknisku nevnd.


Tað sum síðan hendi er tað, ið Elin Lindenskov vil lýsa sum, at valstríð kom í málið.


- Ein býráðslimur kravdi, at málið kom fyri býráðið aftur, og har vóru tað fleiri, ið heldur enn bara at avgreiða málið, ynsktu tað aftur í nevnd, umframt at leggja tað fyri ferðslunevndina. Tað er orsøkin til, at málið ikki er avgreitt í dag. Tað er harmiligt, at tað skuldi enda so, men eg fari at virka fyri, at málið sum skjótast kemur úr nevndini aftur, so at skipanin kann fáast í verk.


Tey sum atkvøddu fyri, at fáa málið aftur í nevnd og fyri ferðslunevndina vóru Jógvan Arge, Helena Dam á Neystabø, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal


Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Elin Lindenskov, Bjørghild Djurhuus, Sigrun Mohr og Halla Samuelsen.